Løgreglan hevur havt nógv stríð av fullum fólki um vikuskiftið.
Jólaborðhaldini eru við at taka seg upp í álvara. Samstundis hevur veðrið verið gott, so tað hevur verið heilt nógv fólk í býnum.
Men tað hevur eisini verið hált og alt hetta blandað saman, er tað uppskriftin upp á eitt lívligt vikuskiftið hjá løgregluni.
Vakthavandi á løgregluni í Havn sigur, at tey hava havt úr at gera at fáast við full fólk.
Fólk eru dottin ella hava ligið avdottin úti, men tað hevur tað verið ov kalt til, so løgreglan hevur hjálpt nógvum at finna ein húruvogn, ella til at finna upp hús aftur, og einar fýra, fimm ferðir eru tey send á Landssjúkrahúsið at kanna skaðar, tey hava fingið.
Onkustaðni hava full fólk eisini verið til ampa, tí tey hava larmað og onkustaðni hava tey órógvað grannar við tónleiki
Løgreglan hevur eisini fleiri ferðir verið uppi í, har fólk eru farin til hendurs og í nøkrum førum hava fólk fingið so mikið av skaða, at tey eru farin á Landssjúkrahúsi.
Í øðrum førum hevur tað eydnast at skilja partarnar sundur aftur, áðrenn skaði stóðst av.
Bara sunnunáttina varð løgreglan heilar níggju ferðir boðsend til húsaófrið, har húsfólk eru komin til ilnar og til annan ófrið.
Men hvørja ferð hevur tað eydnast løgreglufólkunum at sissa partarnar, so tað var ikki neyðugt at taka seta nakran í brummuna at kólnað aftur.
Ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning og ein hýrivognsførari meldaði eitt viðskiftafólk fyri harðliga framferð. Løgreglan fer at gera avhoyringar í málinum seinni at vita um viðskiftafólki skal ákærast fyri harðskap
Tvey herverk hava eisini verið. Í Klaksvík er ein rútur brotin og har veit løgreglan, hvør syndarin er.
Í Havn er ein postkassi sprongdur í luftina við einum ordiligum braki og har leitar løgreglan eftir teimum seku.