Nógv sungu í Betesda

Hópin av fólki høvdu leitað sær til Betesda í Klaksvík í kvøld at vera við til sangløtuna, sum Kringvarpið hevði skipað fyri saman við Betesda.

Við urguna sat Jógvan við Keldu, og Árni Jacobsn leiddi tað væl syngjandi kórið, sum sang fyri. Ikki tí, rúmliga hølið var ríkiliga fult, eisini av fólki aðra staðni frá, sum vildi vera við til hesa løtuna. So ljómurin var frálíkur og alt rann saman í eitt samfelt stórt kór, ið ljóðaði frálíka væl.

Tey høvdu valt 16 sangir út, og Kári Sólstein segði frá, hvat skuldi syngjast og legði annars lag á - at hosta seg liðnan, standa væl og so frameftir, áðrenn sjálv upptøkan byrjaði.

Úti í upptøkubilinum sat Finnur Hansen og passaði knøttanar - og har kom nógvur góður sangur í »kassan«, sum hann málbar seg. Hann lat væl at, at klaksvíkingar duga væl at syngja!

Hygg eisini eftir myndatema við at TRÝSTA HER

Orð og myndir: Dávur Winther