Nógv umtalaða fløgan hjá Halli Joensen "Hallur Joensen with Stars and Legends" er komin til landið.
Ì dag og í morgin ferðast Hallur kring landið, fyri at signera fløgur í Fast-handlunum kring landið.
Millum tey sum syngja saman við Halli Joensen á fløguni eru Dawn Sears, Vince Gill, Charley Pride, Bobby Bare, Bellamy Brothers, Sonya Isaac og Kris Kristofferson.
Undir greinini er eitt ljóðbrot, har Rás2 hevur eina samrøðu við Hall Joensen um fløguna. Undir greinini er eisini ein kykmynd, har Hallur Joensen signerar fløgur í Fast-handlinum í Gundadali í Havn.