Nógv vilja hjálpa í Grønlandi

Eftir jarðskjálvtan og flóðalduna í Grønlandi, har fýra fólk enn eru saknaði, eru fleiri farin at vísa sína samkenslu og sína hjálp.

 

Millum annað hevur landsstýrið játtað tvær milliónir til hjálp, eins og fleiri aðrar fyritøkur og myndugleikar í Grønlandi hava traðka til við peningaligari hjálp.

 

Hercules flogfarið hjá danska herinum skal nú eisini flúgva í rakta økinum við hjálp. Tað er ikki lætt at flyta seg millum bygdir í Grønlandi og tí er neyðugt at flúgva nógva staðni.

 

Løgreglan í Grønlandi ávarar enn ímóti, at sigla í økinum, har flóðaldan rakti. Tað er ísur í økinum og tað er ikki óhugsandi at fleiri aldur fara at gera um seg.