TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Jens Kjeld Jensen, fuglaútstappara og umhvørvismann. Samrøðan var í sendingini "Sjóteim", sum var á Rás2 fyrrapartin.
Jens Kjeld Jensen greiddi frá stóra umhvørvisvandanum við spreingileidningum.
Á heimasíðu sínari jenskjeld.info skrivar Jens Kjeld Jensen m.a. - Tórshavnar kommuna víðkar havnina í Tórshavn. Tí verður sprongt á Glyvursnesi. Grótið verður so før við skipi til Havnar og dumpað í havnina.
Tann 05.03.2017 vórðu vit gjørd varug við, at spreingitráðir vóru skolaðir upp á land í Nólsoy í eina tíð.
Vit hildu, at áhugavert hevði verið at kannað, um tað sama var galdandi í Havn. Vit fóru ein túr út í Sandágerði, og eftir lítlari løtu høvdu vit savnað upp í ein hálvan plastikk beriposa av spreingitráðum í ymiskum litum og longdum frá 1 cm. til gott hálvan metur.
Dagin eftir varð farið út aftur í Sandágerði, og tá varð sama nøgdin savnað saman aftur. Hvørja ferð ein alda skolaði upp á land, lógu nýggir tráðir á sandinum.
Havandi í huga okkara fugl, fisk og náttúru sum heild, seta vit spurningin - hvørjar avleiðingar fer hetta at fáa? Skrivar Jens Kjeld Jensen á heimasíðu sínari.