Nógvir eygleiðarar á staðnum

Í hvussu so er venjararnir hjá fimm feløgum fylgdu við, tá Skála og B68 tókust í summarkuldanum á Skála

EYGLEIÐARAR

Sum alla aðra staðni, so var tað bítandi kalt á Skála mikukvøldið. Hóast tað var 3. juli, so tóktist tað, sum um at høgu fjøllini í Eysturoy høvdu hug at grána.
Men hóast kuldan, so vóru ikki so fáir áskoðarar á Skála, og millum hesar vóru nógvir, sum hava við onnur fótbóltsfeløg enn tey bæði, sum vóru á vøllinum, at gera.
Um venjararnir hjá VB, TB og B36 vóru har, duga vit ikki at siga. Vit løgdu teir ikki til merkis, men allir hinir vóru har. Tí hevði tað verið lag á manni at havt fund í felagnum fyri venjarar, tá dysturin var lokin!
Kurt Mørkøre, venjari, og Dánial Jákup Joensen, hjálparvenjari hjá KÍ, vóru millum áskoðararnar. Tað var ikki so undarligt, tí longu nú sunnudagin skal KÍ spæla á Skála, har teir ikki stóðu seg so væl í steypakappingini.
Ion Geolgau, HB venjarin, var eisini á Skála. Hann mundi serliga hava eyðuni eftir B68. Komandi sunnudag fær HB vitjan av B68, og talan er um rættuliga týdningarmiklan dyst. HB er á odda í 1. deild, men teir eru bara tvey stig undan B68.
Trygvi Mortensen, venjari hjá EB/Streymi, var eisini á Skála. Hansara lið fer 11. august at fáa vitjan av B68.
Jógvan Martin Olsen, venjari, og Bill Jacobsen, hjálparvenjari hjá NSÍ, vóru á Skála, og tað var Johan Nielsen, venjari hjá GÍ, eisini. GÍ skal spæla á Skála 11. august, meðan NSÍ ikki skal yvir á Skála fyrrrenn 1. september. Men tað ræður um at vera væl fyrireikaður.