Hóast búskaparkreppuna fara framvegis nógv fólk úr Eysturevropa til Danmarkar. Sambært fakblaðnum 3F er talið vaksið 69 prosent trý tey seinastu árini, soleiðis at í juli búðu meiri enn 43.000 vaksin fólk úr Eysturevropa í Danmark. Tað vísa tøl hjá donsku hagstovuni.
Tað hevur ljóðað, at kreppan fekk nógvar eysturevropear at fara heimaftur, men tey nýggju tølini vísa, at hetta er ikki so, sigur Jens Arnholtz, sum er arbeiðsmarknaðargranskari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Í donsku byggivinnuni siga tey, at tey hava fingið umleið 5.000 eysturevropear afturat í ár, og at nú arbeiða umleið 15.000 fólk úr Eysturevropa í donsku byggivinnuni.
Jens Arnholtz sigur við danska kringvarpið, at kreppan hevur havt nógv størri ávirkan á tey eysturevropeisku londini enn Danmark. Eitt nú eru lønirnar minkaðar nógv í teimum baltisku londunum, og nógv hava mist arbeiðið har.