Nógvir gjaldssteðgir í Íslandi

Fíggjarkreppan í Íslandi setir framvegis síni týðiligu spor, hóast hagtølini ikki altíð eru verri enn í fjør Í gjár bleiv kunngjørt, at 66 íslendskar fyritøkur fóru í gjaldssteðg í mai mánaði, og hóast tað ljóðar ógvusligt, var talið minni enn í mai í fjør, tá 74 fyritøkur fingu somu lagnu.

Eitt týðiligt tekin um kreppuna er, at triðja hvørt felag, sum fór í gjaldssteðg í síðsta mánaði, var úr byggivinnuni.

Hagtølini fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar vísa, at árið í ár hevur verið verri enn 2008. Til 31. mai í ár fóru 413 feløg í gjaldssteðg, og tað var væl meiri enn somu mánaðir í fjør, tá ntalið var 301, skrivar morgunblaðið. Vøksturin svarar til 37 prosent.