Nógvir munnligir fyrispurningar í dag

Í dag skulu tey, ið Landsstýrið manna, svara munnligum fyrispurningum frá løgtingslimum. Nógvir áhugaverdir fyrispurningar eru í dag, og lagt er upp til drúgt orðaskifti. Serliga eru tað limir í andstøðuni, ið hava nógvar spurningar, men eisini fleiri samgongulimir ynskja at fáa svar upp á fyrispurningar.

Millum fyrispurningarnar kunnu nevnast, at Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi fer at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann í Vinnumálum (S), um gegni hjá nýggja formanninum í Vinnuframagrunninum, Regin W. Dalsgaard.

Bergtóra Høgnadóttir Joense (T), hevur sett Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum (S), fyrispurningar um Barnaergoterapiina til børn við serligum tørvi, stuðulstímar til børn við serligum tørvi og um Familjudeildina á Barnaheiminum.

Tórbjørn Jacobsen (T), spyr Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum (S), um rikna vinnupolitikkin í landinum og um royndir at fáa útlendskan kapital til føroyskar íverksetarar. Sami spyr eisini Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum (F), um ætlanirnar viðvíkjandi føroyska partinum av strandalandaavtaluni um makrel.

Heini O. Heinesen (T), spyr Kaj Leo Johannesen, løgmann (S), eitt nú um hann trýr at ein sambandsløgmaður kann skapa størri trygd, enn ein hvør annar, sum gerst løgmaður.

Helgi Abrahamsen (S), spyr Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum (S), um ferðaseðlaprísirnar við Bygdaleiðum og um CO2 útlát.

John Johannesen (J), fer eisini at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum (S), um flogleiðina millum Føroyar og Danmark, og um hann heldur, at bíligir ferðaseðlaprísir einans fáast við kapping á økinum.

Munnligir fyrispurningar verða svaraðir á Tingi í dag.