Nógvir pensjonistar fáa helst ongan pening at halda jól fyri

Pensjónirnar og aðrar almannaveitingar verða ikki útgoldnar fyrrenn 23. desember. ?Hetta líkist ongum og er tað sama sum at siga, at tey fáa ongar pengar at halda jól fyri, heldur Vilhelm Johannesen

? Hetta er so grov vanvirðing av teimum veikastu í samfelagnum, og tað má broytast í stundini.

Nógv av teimum, sum fáa pensjónir og aðrar almannaveitingar, hava onga vissu fyri, at tey fáa pensjónirnar útgoldna fyri jól.

Vilhelm Johannesen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at hann hevur fingið upplýst fyri heilt vist, at pensjónirnar, og aðrar almannaveitingar, verða ikki tøkar posthúsunum og peningatovnunum fyrrenn Tollaksmessudag, 23 desember.

Vilhelm Johannesen hevur fyribils hevur tikið formanssætið í fíggjarnevndini, eftir at Jørgen Niclassen, sum var formaður, tók við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum í gjár.

Hann sigur, at hann er skelkaður av hesum tíðindum um, at pensjónirnar verða ikki útgoldnar fyrrenn í allarsíðstu løtu uppundir jól

? Eg haldi, at hetta er so grov vanvirðing av teimum veikastu í samfelagnum- teimum gomlu og teimum sjúku- at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Vilhelm Johannesen.

Hann sigur, at tá ið pensjónirnar ikki verða tøkar fyrrenn 23. desember, merkir tað allarhelst, at tær bara verða tøkar á teimum stóru posthúsunum tá.

? Helst verða tær sostatt ikki tøkar á teimum smáu posthúsunum á útoyggj fyrrenn eftir jól.

Hann sigur, at tískil verða tað nógv gomul og sjúk fólk kring landið, sum als ongar pengar fáa at halda jól fyri í ár.


Ein dag til øll ørindini

Men Vilhelm Johannesen heldur, at yvirhøvur, at tað er alt ov seint at fáa pensjónina 23. desember, eisini hjá teimum, sum búgva við eitt høvuðsposthús.

? Tað er næstan tað sama sum at siga, at tey fáa ikki pensjónina fyrrenn eftir jól.

? Tí tað vil siga, at allir pensjonistar fáa í allar besta føri ikki meiri enn ein einasta dag at avgreiða øll síni jólaørindi, at taka pengirnar út, og t.d. at keypa jólagávur, umframt at keypa tað, sum annars skal til fyri at fáa eini hugnalig jól.

Tó er tað púra vist ongin sum helst møguleiki at senda nakrar jólagávur, tí tær koma í øllum førum ikki fram fyrrenn millum jól og nýggjár.


Ger mannamun

Vilhelm Johannesen sigur, at tá ið pensjónirnar verða so seint útgoldnar í desember, verða tey sjúku og tey veiku enntá verri fyri enn onnur, sum fáa løn frá tí almenna, og tað heldur hann er langt úti.

?Tí tað er altíð vanligt, at í jólamánaðinum fáa tey í almennum starvi lønina í góðari tíð, fleiri dagar áðrenn tey plaga at fáa løn vanligar mánaðir.

Tað verður aftur soleiðis í ár, at tey alment løntu fáa lønina fyrrenn vanligt nú í desember.

Tí heldur hann tað vera heilt burturvið, at tað almenna skal liggja og bøla omaná pensjónunum líka til Tollaksmessudag.

? Nú vit hoyra, at yvirskotið á fíggjarlógini í ár verður næstan 300 milliónir, mátti tað verið ráð til at framskundað fólkapensjónina nakrar dagar, so at tey, sum hava mest brúk fyri pengum, fáa ein rímiligt skotbrá av avgreiða síni jólaørindi í, heldur enn at tað almenna legst á pengarnar nakrar dagar eyka fyri at pína tær seinastu renturnar burturúr teimum.


Broytast í stundini

Vihelm Johannesen sigur, at hann hevur tíverri ongan møguleika at reisa málið í tinginum, tí tað verður ongin tingfundur aftur í ár, har tað ber til hjá tingmonnum at seta munnligar fyrispurningar.

? Men sum virkandi formaður í fíggjarnevndini fari eg við hesum at heita á Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum og Helenu Dam á Neystabø, landsstýrsmann í almanna- og heilsumálum um at fáa hetta broytt, so at allir pensionistarnir fáa pensjónina útgoldna í góðari tíð fyri jól, sigur Vilhelm Johannesen.