Sum øll vita, var tað av ringasta veðri mánadagin. Vindurin var nógvur, og avfallið ikki minni. Vanliga avfallið í september mánaða er 139,2 millimetrar í miðal fyri allan mánaðin, men teir 24 tímarnar frá mánamorgni klokkan seks til týsmorgun klokkan seks komu ikki færri enn 49 millimetrar niður. Hetta hevði sjálvsagt fleiri vatnskaðar við sær, og tryggingarfeløgini siga, at tey hava fingið fleiri enn 100 skaðafráboðanir.
Hvannasund harðast rakt
Tað er serliga í Hvannasundi, at stórur skaði er orsaka av illveðrinum. Hjá Tryggingarfelagnum Føroyar siga tey, at tað fyrst og fremst er í Hvannasundi, at nógvir skaðar eru, og tað eisini er har, at teir mest umfatandi skaðarnir eru. Sambært Tryggingarfelagnum Føroyar eru einir tríggir heilt stórir skaðar í bygdini, har kjallarar standa undir í vatni. Hvussu umfatandi skaðarnir eru, er greiða ikki fingin á enn, tí tey eru ikki liðug at turka upp enn, og tí fáa sýnsmennirnir ikki gjørt sínar metingar enn.
Tað hava tó eisini verið heilt fitt av skaðafráboðanum aðrastaðnis úr landinum, og bæði hjá Tryggingarfelagnum Føroyar og Trygd nevna tey Suðuroynna sum eitt øki, har nógvir skaðar eru. Tó verður sagt, at fráboðanir eru komnar úr øllum landinum, men at Hvannasund er nógv harðast rakta økið í landinum.
Sambært tryggingarfeløgunum báðum, Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd, er talan fyrst og fremst um vatnskaðar, men hjá Tryggingarfelagnum Føroyar siga tey seg tó eisini hava fingið fráboðanir um nakrar stormskaðar.
Talið kann veksa
Sum áðurnevnt hava tryggingarfeløgini fingið fleiri enn 100 skaðafráboðanir, og tað er ikki óhugsandi, at talið fer at veksa. Stjórin á Trygd, Christian Nissen, sigur, at tað er væl møguligt, at onkur hevur verið burturstaddur, og tí ikki veit um skaðan enn, og somuleiðis er tað kanska onkur, sum enn ikki hevur sent skaðafráboðanina inn, sigur hann.
Stjórin á Trygd heldur tó ikki, at talan er um teir heilt stóru skaðarnar. ? Eitt boð hjá mær er, at tær gott og væl 40 skaðafráboðanirnar, ið vit hava fingið, í miðal snúgva seg um skaðar fyri einar 5.000 krónur, so samanumtikið er talan ikki um stórar peningaupphæddir, ið fólk skulu hava endurgoldið.