Nógvir suðuroyingar á ólavsøku

Síðani gjárkvøldið hevur Smyril flutt umleið 1050 suðuroyingar norður til Havnar.

Seinnapartin í gjár flutti skipið 562 ferðafólk og 126 bilar úr Suðuroynni til Havnar, og klokkan ellivu fyrrapartin í dag fóru 441 ferðafólk og 76 bilar við.

Klokkan seks í morgun var eisini ein túrur úr Suðuroynni til Havnar. Tá vóru nøkur og hálvtrýss ferðafólk og nakrir heilt fáir bilar við.

Smyril liggur í Havn, til hann fer suður aftur klokkan 22 í kvøld.