Nógvir um boðið í verjupartinum

Landsliðsvenjarin hevur positivan trupulleika, tá ið hann skal gera av, hvørjir skulu spæla í aftastu røðini, meðan hann ongantíð sum hesa ferð hevur saknað stóra álopstrumfin

Tað er skilagott at broyta liðið so lítið, sum tað ber til. Hetta er og hevur verið hugburðurin hjá landsliðsvenjaranum, og Jógvan Martin Olsen endurtók hetta í vikuskiftinum.
Um hetta er reglan, og tað ikki verður gjørt undantak frá henni, so hevði spurningurin um, hvørjir ellivu skulu á vøllin í kvøld, snúð seg um, hvør skal spæla í høgra borði í staðin fyri Jákup á Borg, og hvør skal spæla á sentrala miðvøllinum í staðin fyri Fróða Benjaminsen. Hesir báðir vórðu leikbannaðir eftir gul kort í síðsta landsdystinum, sum var ímóti Týsklandi á heimavølli 11. juni.
Ta ferðina sá føroyska liðið soleiðis út: 1. Jákup MIKKELSEN, 30/?56, Molde ? 3. Jóhannis JOENSEN, 16/0, FS Vágar, 2. Óli JOHANNESEN 61/1 liðformaður, Hvidovre IF, 5. Jón Rói JACOBSEN 12/0 Brøndby IF, 4. Pól THORSTEINSSON 28/0 B36 ? 9. Jákup Á BORG 28/1 B36 (14. Hjalgrím ELTTØR, 8/0 KÍ, 62.), 8. Julian S. JOHNSSON 51/3 B36, 7. Fróði BENJAMINSEN 22/1 B68, 6. Rógvi JACOBSEN 21/2 HB ? 10. John PETERSEN 47/6 B36, 11. Christian Høgni JACOBSEN 17/2 NSÍ (18. Jann Ingi PETERSEN 4/0 B68, 74.)
Hjalgrím Elttør avloysti ta ferðina Jákup á Borg. Fróði Benjaminsen var ta ferðina allar 90 minuttirnar á sentrala miðvøllinum saman við Juliani Johnsson. Mest upplagdi miðvallar avloysarin, Jann Ingi Petersen varð settur inn fyri Christian Høgna Jacobsen í álopinum. Tá fór Hjalgrím Elttør fram í álopið, meðan Jann Ingi fór á miðvøllin. Um liðið skal broytast so lítið, sum tað ber til hesa ferð, so verður Jann Ingi Petersen sentralur miðvallari í staðin fyri Fróða Benjaminsen, og Hjalgrím verður í høgra borði á miðvøllinum.

Verjan
Men tað verða ivaleyst framdar fleiri broytingar enn tær báðar, sum skulu gerast. Í aftastu røðini var Súni Olsen ikki tøkur ímóti Týsklandi. Eftir at tað varð greitt, at Jens Kristian Hansen ikki fór at verða tøkur til fyrstu undankappingardystirnar í ár, hevur Henrik Larsen havt Súna Olsen sum fyrsta val á vongverjanum í vinstru. Nú er Súni komin fyri seg eftir skaðan, sum helt honum burtur fyrr í summar. Tí verður hann vongverji í vinstru hesa ferð.
Pól Thorsteinsson vikarieraði í vinstra borði ímóti Týsklandi. Talan var um neyðloysn, og hóast Pól onkra ferðina áður eisini hevur verið í vinstra borði, so hevur talan altíð verið um neyðloysnir.
Pól verður roknaður sum ein av sjálvskrivaðu monnunum á liðnum. Hann er skjótur, hevur gott eyga fyri spælinum, og hann megnar væl at luttaka í framrættaða spælinum. Ikki minst hetta síðsta er týdningarmikið, tá ið ætlanin er, at liðið skal spæla og ikki sparka fótbólt.
Spurningurin er so, hvørjar broytingar skulu gerast fyri at fáa Pól inn á annað pláss. Tað er í hesum at landsliðsvenjarin hevur positivan trupulleika. Jóhannis Joensen var í juni miðverji ímóti Íslandi og vongverji ímóti Týsklandi. Báðu ferðirnar spældi hann sum ein brandur. At hann ? hóast gott avrik í Reykjavík ? ikki fekk miðverjuplássið aftur ímóti Týsklandi, sum hann hevði røkt so fyrimyndarliga ímóti Íslandi, boðar frá, at venjarin velur Óla Johannesen framum Jóhannis Joensen í miðverjuna. Óli var leikbannaður ímóti Íslandi. Umframt ímillum hesar spælararnar skal venjarin eisini hava Hans Fróða Hansen í huga. Hann hevur verið sannur brandur í B68 miðverjuni, síðani hann undan ferðini til Íslands varð settur av landsliðnum.
Jón Rói Jaocbsen er sjálvskrivaður í miðverjuni, Súni Olsen er sjálvskrivaður á vinstra vongverja, og so er spurningurin, um tað verða Jóhannis Joensen ella Pól Thorsteinsson, sum veraa í høgru, og um tað vera Óli Johannesen ella Hans Fróði Hansen, sum vera í miðverjuni. Út frá undanfarnu ferðunum er mest upplagt at hella til, at venjarin fer at velja Pól og Óla. Men liðformaðurin og metmaðurin er ivaleyst meiri hóttur hesa ferð, enn hann hevur verið nógvar tær seinastu ferðirnar av teimum 61 landsdystunum, sum hann hevur spælt. Tað skuldi ikki undrað, um Hans Fróði Hansen verður valdur tikin framum Óla Johannesen.

Tunnligt á miðjuni
Tað eru fýra møguleikar fyri síðumanni hjá Juliani Johnsson á sentrala miðvøllinum. Ein er Jann Ingi Petersen, sum fekk møguleikan fyri Julian ímóti Íslandi, men sum bara spældi fyrra umfarið. Ein annar er, at Atli Danielsen, sum hevur verið sera sannførandi á KÍ liðnum, síðani hann varð settur í hetta plássið, fær møguleikan. Triði møguleikin er, at Rógvi Jaobsen verður fluttur úr vinstru og í hetta plássið. Um Rógvi verður fluttur úr vinstru,v erður tað neyðugt at finna nýggjan miðvallara í vinstra borði. Tað verður so Andrew av Fløtum. Og fjórði møguleikin er, at John Petersen verður fluttur aftur á miðvøllin. Hann røkti ofta hetta plássið, tá ið Allan Simonsen var venjari. John hevur ikki verið í hesum plássinum seinastu tvey árini, men kanska hevði tað hesaferð verið gott hugskot at flutt hann eitt sindur aftur.
Tá ið Jógvan Martin Olsen hevur tosað um at fáa meiri ferð í álopspartin, enn tað hevur verið, so kann tað bera boð um, at teir ikki ætla at Andrew av Fløtum og John Petersen skulu spæla saman, og at teir ikki ætla at John Petersen og Christian Høgni Jacobsen, sum mannaðu álopið ímóti Týsklandi, skulu spæla saman. At John Petersen verður fluttur aftur á miðvøllin loysir hendan trupulleikin, um tað ber til at siga tað soleiðis.
Todi Jónsson er so væl fyri nú, sum hann ongantíð hevur verið áður. Um hann hevði verið í álopinum ímóti Íslandi í kvøld hevði talan verið um heilt øðrvísi uppgávu bæði fyri íslendska og føroyska liðið, enn tað nú verður. Men Todi heldur seg ikki hava førleika at røkja landsliðssess samstundis sum hann spælir nógvar dystir fyri FCK. Tí er hetta als ikki eitt tema í landsliðshøpi. Men eingin ivi man vera um, at tað hevði borið heilt nýggjar møguleikar við sær, um hann var tøkur.
Eingin ivi er um, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið í kvøld, og tað verður neyvan langt av leið, um liðið verður mett at fara at síggja soleiðis út: Jákup Mikkelsen ? Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Hans Fróði Hansen/Óli Johannesen, Súni Olsen ?, Julian Johnsson, Jann Ingi Petersen, John Petersen, Rógvi Jacobsen ?, Christian Høgni Jacobsen/Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum.
Teimum ellivu, sum fara á vøllin, verður ynskt góða eydnu. Við allari virðing fyri íslendsku grannunum og við øllum góðum ynskjum fyri teirra stríði at sleppa upp í part í fyrsta endaspælinum nakrantíð, so hevði tað verið hugaligt, um tað í kvøld fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði eydnast at fingið øll stigini frá íslendingum.