Talan var ikki um veruligan eld, men um eina brandvenjing, tá Rás2 í tíðindasendingini klokkan 15 boðaði frá, at eldur var í bygninginum hjá Eik Yviri við Strond. Eini boð komu í Miðlahúsið ein minutt í trý, at eldur var í bygninginum hjá Eik Banka Yviri við Strond. Tað boðaði fólk frá, sum hevði koyrt framvið júst tá og sæð royk.
Fimm minuttir yvir trý setti Rás 2 í tíðindasendingini út beinleiðis til Barbaru Holm, ið júst var komin á staðið, og hon greiddi so frá, at nógvur roykur var at síggja, og at starvsfólkini vóru komin út í túnið, har tey stóðu. Eisini sást roykur koma út úr bygninginum hjá Eik Banka.
Men tá vit júst eftir at hava tosað við tíðindini kannaðu nærri, hvat var áfatt, fingu vit at vita, at talan bert var um eina brandvenjing.
Sostatt var talan bert um nógvan royk og ongan eld, tíbetur.