Harðar hvirlur eru kring alt landið, og roknað verður við sera nógvum vindi seinnapartin.
Veðurmátingar hjá Landsverki vísa, at tað eru harðar hvirlur kring landið. Á Porkerishálsi hevur verið upp í 48 m/sek, við Norðskálatunnilin eystarumegin hevur verið upp í 44 m/sek, og á Gøtueiði hevur verið upp í 42 m/sek.
Vindmátingarnar aðrastaðni kring landið vísa, at tað er høgur miðalvindur og harðar hvirlur.
Norska verðurtænasta yr.no metir, at tað verður mestur vindur um 15-tíðina seinnapartin, heilt upp 42 m/sek av útsynningi og vestri. Vindurin minkar seinni í kvøld, men aftur í annaðkvøld verður roknað við nógvum vindi.