Analysa: Rigmor Dam
Tær 34 kvinnurnar, sum bjóðaðu seg fram á fólkatingsvalinum týsdagin, fingu tilsamans 21,8 prosent av persónligu atkvøðunum, í mun til 16,6 prosent seinasta fólkatingsval.
Einu løtuna benda nógv annars á, at mongu átøkini til frama fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk vóru miseydnað. Hetta var eftir at veljarakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin sunnudagin, vísti, at kvinnurnar fóru at fáa eitt lakari úrslit enn seinast, við bert 12,4 prosentum av atkvøðunum. Møguliga hevði tað sína ávirkan, at døpru útlitini fyri kvinnuligi valevnini vórðu kunngjørd longu á middegi valdagin, so onkur kanska broytti meining sjálvan dagin og kortini valdi eina kvinnu.
Av teimum 94 valevnunum, sum bjóðaðu seg fram hesaferð, vóru 34 kvinnur og 60 menn, ella 36 prosent kvinnur og 64 prosent menn.
Kvinnuligt varaumboð
Fyri kvinnuumboðanina sum heild er tað hugaligt at síggja, at kvinnurnar liggja millum tey trý fremstu á listunum hjá øllum flokkum, burtursæð frá Sambandsflokkinum og Miðflokkinum. Eisini er tað vert at býta merki í, at næstvalda á Tjóðveldislistanum er ein kvinna, Annita á Fríðriksmørk, og letur hetta upp fyri, at kemur flokkurin í samgongu komandi valg, og Høgni Hoydal í landsstýrið, fáa vit eitt kvinnuligt umboð á danating. Væl at merkja aftaná at Annita á Fríðriksmørk hevur verið í barnsburðarfarloyvi, nú hon er sett at eiga fyrst í mars. Sostatt hevði Sjúrður Skaale tikið sætið fyrst, og aftaná skuldi borið til hjá henni at farið niður á borgina av og á.
Kend andlit í topp
Um hugt verður eftir atkvøðubýtinum millum kvinnurnar, sæst, at Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum fekk flestar atkvøður, 784. Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi fekk næstflestar, 625, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum triðflestar, 535. Hesar tríggjar hava allar drúgvar royndir í politikki, eru kendar og hava bjóðað seg fram fleiri ferðir. Hetta kanska kann vera vert hjá øðrum kvinnum at leggja sær í geyma – at tær skulu ikki geva upp, men halda seg framat. Í mun til síðsta fólkatingsval fór Helena Dam á Neystabø nakað aftur, úr 1119 persónligum atkvøðum, meðan Annita á Fríðriksmørk fór fram, úr 445 persónligum atkvøðum. Stóra hálið gjørdi Annika Olsen, sum fór úr 190 atkvøðum og upp í 535. Nummar fýra á toplistanum yvir kvinnurnar er eitt nýtt andlit í valhøpi, Bjørt Samuelsen, sum fekk heilar 336 atkvøður.
Kvinnur ella neyt
Her á Sosialinum og á Rás 2 gjørdu vit nógv burtur úr fólkatingsvalinum, bæði undan valinum og sjálvan valdagin. Eitt afturvendandi evni í hesum sambandi var laka kvinnuumboðanin í politikki. Her var fleiri ferðir ført fram, at mongu kvinnurnar, sum kortini ikki sleppa/vilja framat, bara virka sum atkvøðuneyt og verða ikki valdar. Onki endamál er við at hava javnstøðu á listunum, um ovastu leiðslurnar í flokkunum hava ikki dirvi til at skera ígjøgnum og velja eina ella heilt fáar kvinnur burtur úr rúgvuni og raðfesta tær framum onnur og aðrar.
Eitt nú kundu vit nú ímynda okkum, at teir stóru flokkarnir til komandi valg koyrdu tær kvinnur fram, sum hava ein reellan møguleika fyri at verða valdar. Og her áttu flokkarnir eisini at hugsað um at fingið sterkar kvinnur, sum bæði umboða Suðurstreym og restina av landinum, tí hesir veljarar kunnu hugsast at vera ymiskir.
Fleiri í at velja
Um vit hyggja eftir úrslitinum frá fólkatingsvalinum týsdagin, eru nógvar, sum høvdu havt ein góðan møguleika fyri at verið valdar á ting vórðu tær koyrdar sjónliga og málrættað fram. Vit nevna Anniku Olsen, Ingvør Nolsøe, Helenu Dam á Neystabø, Eyðgunn Samuelsen, Kirstin Strøm Bech, Annitu á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen, Bergtóru H. Joensen og Heidi Petersen. Í mun til Sjálvstýrisflokkin er støðan eitt sindur ógreið, av tí at formaðurin ikki stillaði upp til fólkatingsvalið. Men har er so ein uppløgd kvinna, roynd og kend, sum er sjálvsagt eigur at verða førd fram, nevniliga Rúna Sivertsen. Millum potentiellu kvinnurnar er Suðurstreymur yvirumboðað, men hetta er tó ikki so løgið, tí sum øllum kunnugt, er tað at fáa kvinnur at gera seg galdandi í traditionelt mannligum størvum og sessum, serliga torført í traditionelt patriakalskum umhvørvum, sum til dømis úti á smáplássunum. Tað hevur eisini verið eitt av argumentunum fyri einum valdømi, at møguleikarnir hjá kvinnuligu valevnunum batna.
Spurningur um vilja
Hetta letur so upp fyri enn einari avbjóðing hjá flokkunum, nevniliga at finna eina ella tvær sterkar kvinnur úti um landi í part, sum teir so koyra serliga nógv fram í januar. Eitt annað eyðkenni er, at borgarligu flokkarnir eftir øllum at døma hava verri við at fáa kvinnurnar fram, meðan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru raskari hesum viðvíkjandi.
Alt annað líka skuldi verið lagamanni at fingið í minsta lagi hesar tíggju kvinnurnar valdar, tá ið løgtingsvalið verður í januar. Men tað veldst sjálvsagt um floksleiðslurnar og kvinnurnar sjálvar veruliga ynskja fleiri kvinnur á ting.
Top 10 yvir kvinnurnar :
Helena Dam á Neystabø 784
Annita á Fríðríksmørk 625
Annika Olsen 535
Bjørt Samuelsen 336
Ingvør Nolsøe 215
Eyðgunn Samuelsen 161
Kirstin Strøm Bech 152
Bergtóra H. Joensen 151
Mamy Dahl Sørensen 151
Heidi Petersen 145