Nú hava teir ungu møguleikan

Landsliðsbólkurin er hesa ferð tvífalt so stórur, sum hann plagar at vera, og ungu menninir hava í fyrra partinum av kappingini fleiri ferðir tikið stig frá teimum meiri royndu

Er munurin millum royndu menninar við lutfalsliga høgum styrkistølum og teir, sum eru ungir og ikki hava so nógvar royndir, so stórur, sum styrkistølini kundu boðað frá, at hann er.
                      Tað er ein av spennandi spurningunum, sum kanska fer at verða svaraður, nú tað verður skipað fyri FM í talvi. Kappingin er á Oyrabakka. Ikki í felagsskúlanum, men í kommunala skúlanum, sum er sunnanfyri Shell støðina og tætt við dagstovnin, sum verður bygdur har.
                      Talvsamband Føroya skipar fyri saman við talvfelagnum Róki, sum er í hesum økinum og so Talvfelagnum í Hvalvík og Streymnesi. Hesi bæði feløgini hava síðani á nýggjárinum verið í somu kommunu ? tí nýggju Sunda kommunu -  og tað tykist sum um áhugin fyri talvi í hesum økinum er vaksandi. Eiði var gomul talvbygd. Har hevur verið so at siga øskukalt í nógv ár, men nú sigst lív at vera komið í aftur telvingina har norðuri, og onkur haðani luttekur í FM kappingini.
                      Seinnapartin í gjár var fimta umfarið á skránni, og harvið er kappingin meiri enn hálvrunnin. Níggjunda og síðsta umfarið verður á skránni páskaaftan, tá ið tað verður lagt fyri klokkan ellivu.
                      Fyrireikararnir siga, at umstøðurnar eru sera góðar at kappast, og teir rósa nýggju kommununi og vinnulívinum í økinum fyri at hava tikið væl ímóti kappingini og at hava stuðlað óføra væl.
 
Nýtt ættarlið
Sannlíkið kann tykjast stórt fyri, at unga og harvið nýggja ættarliðið fer at gera seg galdandi í kappingini. Undan fimta umfarinum var Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði einsamallur á odda. Hann hevði burturúr fýra teimum fyrstu umførunum fingið 3,5 stig. Í gjár skuldi hann hava svarta fólkið ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum var á fimta plássinum við 2,5 stigum.
                      Fleiri av royndu telvarunum, sum hava hægstu styrkistølini, luttaka ikki hesa ferð. Talan er um John Arna Nilssen, Flóvin Þór Næs og Heina Olsen, sum allir búgva í Danmark og ikki komu heim hesa ferð, og so John Rødgaard, sum hevur verið trúgvur og drúgvur, men sum tað hesa ferð ikki lá fyri hjá at luttaka.
                      Umframt Hans Kristian Simonsen eru Olaf Berg og meistarin frá í fjør, Martin Poulsen, framvið, og eisini blaðungu Helgi Ziska Dam og Sjúrður Thorsteinsson hava higartil gjørt seg galdandi.
                      Um mett verður út frá styrkistølunum, so var tað óvæntað, at Sjúrður Thorsteinsson, sum er ættaður av Tvøroyri og sum umboðar Vestmanna Talvfelag, skuldi vinna á veteraninum og fyrrverandi meistaranum Rana Nolsøe, sum eftir stórt mistak longu legði kongin eftir tíggju leikir. Styrkistølini løgdu heldur ikki upp til, at Rani Baldursson skuldi megna remis ímóti Olafi Berg, og Helgi Ziska Dam hevur longu megnað at fingið javnt bæði ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Olafi Berg.
                      Í gjár var ein av spennandi uppgerðunum, tá ið Martin Polsen við hvíta fólkinum skuldi telva ímóti Helga Ziska Dam. Teir høvdu báðir 2,5 stig eftir fýra tey fyrstu umførini.
 
Gylti møguleikin
Sammett við undanfarnu FM kappingarnar er landsliðsbólkurin tvífalt so stórur hesa ferð. Tað plaga at vera teir tíggju við hægstu styrkistølunum, sum hava telvað í landsliðsbólkinum. Hesa ferð eru teir tjúgu. Andrias Ziska er formaður í Talvsambandi Føroya, og hann greiðir soleiðis frá um, hví teir hava víðkað landsliðsbólkin:
                      - Vit hava lagt nógva orku ? bæði tíð og pengar ? í at menna ungu telvararnar. Tað hevur verið trupult hjá teimum at sleppa framat heima á landi fyri at vísa, hvør dugur er í teimum. Teir hava verið noyddir at fara av landinum fyri at sleppa framat í kappingum, har møguleiki hevur verið fyri at betra um styrkistalið. Tað hava vit hildið ikki vera rætt. Tá ið tað so vísti seg, at fleiri at teimum við hægstu styrkistølunum ikki fóru at taka lut hesa ferð, so gjørdu vit av, at víðka um landsliðsbólkin, so ungu menninir kundu sleppa uppí part ímillum teir bestu. Okkurt hevur bent á, at munurin millum teir royndu við hægru tølunum og so teir ungu ikki er so stórur. Í fyrra partinum av kappingini hava fleiri úrslit bent á, at teir ungu væl kunnu vera við. Um teir megna at halda tørn og ikki fara at troyttast fram ímóti kappingarenda er ein annar spurningur, men nú fáa vit at síggja, sigur Andrias Ziska.
                      Tá ið tað eru tjúgu telvarar, og tá ið kappingin fevnir um níggju umfør, so sigur tað seg sjálvt, at allir fara ikki at telva ímóti øllum. Í prinsippinum er tað soleiðis, at teir bestu verða paraðir. Tí ber ikki til fyrrenn eftir fimta umfarið at siga, hvørjir fara at hittast í síðstu umførunum.
 
Tætt allan vegin
Tað verður telvað í trimum bólkum. Umframt í landsliðsbólkin er ein opin bólkur og so ein unglingabólkur. Í kappingini millum unglingarnar høvdu tríggir telvarar 3,5 stig eftir fýra tey fyrstu umførini. Teir eru Rógvi Mortensen, Rógvi Dragaberg og Jón Gregersen.
                      Í almenna bókinum vóru tveir veteranar á odda eftir fýra tey fyrstu umførini. Annar teirra er formaðurin í Talvsambandi Føroya, Andrias Ziska, og hin er Gutti Petersen. Teir báðir høvdu 3,5 stig.