Fjórða umfar í bestu fótbóltsdeildini hevur verið í dag. Mest óvæntaða úrslitið var á Svangaskarði, har toppliðið HB, sum burturúr trimum teimum fyrstu umførunum hevði vunnið fulla úrtøku, vitjaði B68, sum einki stig hevði fingið burturúr í trimum teimum fyrstu umførunum. Úrslitið var málleysur javnleikur, og leikbýtið boðaði ikki frá, at talan var um botn ímóti toppi.
Í Gundadali endaði toppuppgerðin millum B36 og EB/Streym 1-1.
Á Sandi vann B71 3-1. Skálamenn trýstu síðstu løtuna fyri at svara aftur, eftir at B71 var komið framum 2-1, men í staðin fyri mál til Skála, var tað B71, sum svaraði aftur. Eftir snarálop skoraði ein av ungu sandoyingunum Jón Koytu Petersen til 3-1.
Í Fuglafirði var stórur dramatikkur. Úrslitið var 2-2, og eftir at ÍF hevði javnað til 2-2, trýstu fuglfirðingar nógv fyri at vinna øll stigini. Tað eydnaðist ikki, men teir vóru tætt við. Eitt nú raktu teir tvær ferðir í træverkið!
Fríggjakvøldið vann Víkingur á heimavølli 1-0 á NSÍ.
4. umfar í dag
Víkingur-NSÍ 1-0 (0-0) fríggjakvøldið
ÍF-KÍ 2-2 (1-0)
B36-EB/Streymur 1-1 (0-1)
B68-HB 0-0
B71-Skála 3-1 (0-1)
Støðan eftir fýra umfør
HB 10 stig
EB/Streymur og B36 8 stig
NSÍ og ÍF 7 stig
Víkingur 6 stig
B71 4 stig
Skála 3 stig
KÍ og B68 1 stig
5. umfar mikukvøldið 30. apríl
NSÍ-ÍF
EB/Streymur-Víkingur
HB-B36
Skála-B68
KÍ-B71