NSÍ er føroyameistari. Í síðsta heimadystinum í fyrsta FM árinum var tað ongantíð FM snitt yvir avrikinum. Eftir steðgin var tað væl frægari, enn tað hevði verið.
Men botnstøði og FM avrik høvdu einki at siga henda dagin, tá ið veðrið ikki var nakað serligt, og tá ið Ransin Djurhuus bríkslaði fyri síðstu ferð, oysti regnið niður.
Myrka veðrið og regnið helt tó ikki FM fagnaðinum aftur. Rakettir lýstu upp, og skotini geltu. 50 ára gamla NSÍ hevur bíðað eftir fyrsta FM heitinum, síðani teir í 1976 fyrstu ferð royndu seg í fremstu røð, og nú var fagnaðurin stórur. Tað stendur svart upp á hvítt, at NSÍ er meistari!
Við avrikunum í 25 teimum fyrstu umførunum í huga var ilt at ímynda sær, at tað skuldi kiksa, tá ið síðstu stigini skuldu vinnast.
Bæði tí NSÍ avrikini hava verið ógvuliga støðug, og tí at úrtøkan hjá VB/Sumba ikki hevur verið nakað serlig.
Fyrsta løtan gekk, sum tað kundi roknast við. Eftir tólv minuttir var 2-0. Einar Hansen og Hjalgrím Elttør áttu í vinstru uppspælið til fyrsta málið, sum Jónhard Frederiksberg skoraði.
Jónhard var undan kappingarbyrjan keyptur yvir um fjørðin fyri at vera við til at skjóta málini, sum skuldu til fyri at gera NSÍ til meistara. Leingi gekk tað striltið hjá arbeiðssama skálamanninum, men nú fram ímóti kappingarenda er rættuliga gloppið.
Seinna málið var sera óheppið sjálvmál. Eftir langa framlegging og kroystur av Christian Høgna Jacobsen royndi óføri verjuspælarin Dimitrije Jankovic at lyfta aftur til málverjan, Vlada Filipovic, men ólukkutíð fyri teir báðar og VB, so var málverjin runnin fram úr málinum, og tískil sigldi bólturin yvir Vlada og í málið.
2-0 og harvið tóktist vera lagt upp til stóran heimasigur og eyðmýking við gestunum sum statistum.
Fínt farvæl
Men soleiðis tørnaði tað ikki út. Síðsta hálva tíman av 1. hálvleiki vísti VB/Sumba fínt avrik.
Tað kann gott vera, at FM málstrikan í Runavík og B36 pínslan í Streymnesi bar gummibein við sær til teir gulu og svørtu. Men VB/Sumba spælararnir áttu stóran heiður fyri teirra hugburð og leikliga avrik.
Ferð eftir ferð vóru teir nógvir á mótstøðuhálvuni, og tríggjar ella fýra ferðir vóru Jón K. Poulsen, Marco Moravic og aðrir vístu tyngd í álopsspælinum, og uppspælið riggaði væl betri, enn tað kundi ímyndast, at absolutta botnliðið kundi megna ímóti meistaraliðnum.
Men soleiðis var tað, og miðskeiðis í 1. hálvleiki kom spenningur í aftur, tá ið Marco Moravic var frammanfyri annars tryggu heimaverjuna og stýrdi innleggi frá Jón K. Poulsen í høgru í meskarnar aftanfyri Jens Martin Knudsen.
Og hevði tað ikki verið, tí Jens Martin var so framúr kringur millum NSÍ stólparnar, so kundi tað væl havt lagað seg soleiðis, at VB/Sumba hevði havt javnað.
Farvælið hjá skjótt fyrrverandi Formula liðnum var av sovornum slagi, at tað eiga at vera góðar vánir fyri, at Suðuroy skjótt aftur verður umboðað í bestu deildini.
Sum tað sømdi seg
Eftir steðgin lá tað betri fyri hjá NSÍ. Fokus tóktist vera meiri á júst hesi uppgávuni, enn tað hevði verið, onkrar umskipingar hjálptu væl, og ikki minst veteranurin Pól Thorsteinsson, sum í síni tíð steig fyrstu fetini inn í føroyska fótbóltsheimin í júst VB, var sentralur.
Væl upplagdi Jónhard Frederiksberg átti uppspælið, og Christian Høgni Jacobsen sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann setti bóltin í málið og harvið skoraði síðsta NSÍ málið á heimavølli í ár.
Tá var púra eingin ivi. NSÍ hevði rokkið tí, sum tað kundi roknast við av spælarum og liði, sum alt árið hava hildið seg eitt vet omanfyri allar hinar!