Rúnar Reistrup
?????????????
Opna kontórlandslagið á Henning Larsens Tegnestue, har eini 80 arkitektar dagliga sita og tekna morgindagsins býarmyndir, er eitt óruddiligt stað. Pappír í bunkasorteringum og royndarmyndir av øllum frá operahúsi til kloakklok fylla tann partin av rúminum, sum ikki longu er upptikin av arkitektalampum og tekniborðum.
? Tað sæst at her verður arbeitt, heldur tú ikki, letur úr Ósbjørn Jacobsen, tá vit koma inn. 30 ára gamli gøtumaðurin er sjálvur ein av teimum, sum hevur arbeitt, og óruddað, her í longri tíð. Ósbjørn er fastur fúsur tá Henning Larsens Tegnestue skal gera uppskot til arkitektakappingar. Beint nú bíðar hann eftir úrslitinum frá seinastu verkætlanini, einari kapping um ein olympiskan bý í New York, meðan hann arbeiðir við einum uppskoti um mentanarhús á Akureyri.
Lívsleiðina sum arkitektur byrjaði Ósbjørn á Arkitektaskúlanum í Århus, har hann í 2000 vardi sína høvuðsuppgávu - eitt uppskot til havumhvørvisgranskingarstøð á Hvítanesi. Fyri høvuðsuppgávuna fekk Ósbjørn skúlans virðisløn fyri bestu uppgávuna tað árið. Harumframt gav havumhvørvisgranskingar-støðin á Hvítanesi eisini nýútbúna arkitektinum eitt tilboð um fast arbeiði. Tilboðið kom frá einum av próvdómarunum, ið hetta árið kom frá kenda danska arkitektavirkinum Henning Larsens Tegnestue.
Meira ynskiligt úrslit kann neyvan fáast burturúr einari høvuðsuppgávu, og tað fær meg at spyrja hvat var so serligt við henni?
? Eg eri sum arkitektur rættiliga tilvitandi um mína bakgrund. Arkitektar hava tað ofta við blint at søkja úteftir til stóru metropolarnar at leita sær íblástur. Men skal man koma í dýpdina við íblástrinum, haldi eg, at man eisini skal søkja inneftir í sína egnu bakgrund. Tað valdi eg at gera í mínari høvuðsuppgávu, har eg tók støði í siðbundnari føroyskari bygging. Ikki soleiðis at skilja at gamlir føroyskir byggisiðir vórðu kopieraðir og endurnýttir. Men teir vóru mítt útgangsstøði fyri einari byggiætlan í nútíðarhøpi.
Er man sum arkitektur so fast bundin at sínari bakgrund, at ikki ber til at rýma undan henni og at átaka sær eitt annað útgangsstøði?
? Tað ber uttan iva til at royna at fáa sær eitt annað útgangsstøði, men eg trúgvi ikki at tað ber til at røkka somu málum, um tú avnoktar tín egna uppruna. Tað er tó eisini umráðandi at ansa eftir ikki at grava seg niður í sína egnu bakgrund og verða verðandi har. Tú mást altíð vera opin og leita tær íblástur aðrastaðni. Uttan íblástur aðrastaðni frá hevur man tað við at og gerast snævurskygdur. Tað kann lætt henda , tá man arbeiðir og livir í Føroyum - man missur útsýnið so at siga.
Hvat er tað heilt ítøkiliga, sum gamlir føroyskir byggisiðir kunnu geva nútíðar arkitektum?
? Tað er í størri mun bakgrundin fyri byggisiðunum, heldur enn ítøkiligu úrslitini, sum kunnu læra nútíðina nakað. Tú tekur ikki flagtakið og vindeyguni sum tey eru. Tað ræður um at fara afturum og hyggja eftir søguni, eitt nú handan gamla føroyska húsið, og royna at skilja, hví tað sær út sum tað ger, og hví tað liggur sum tað ger. Hesa søguna kanst tú so brúka til at skapa nakað nýtt, sum kortini tekur støði í nøkrum av somu atlitinum, sum gamli byggisiðurin gjørdi. Til dømis varð gamla føroyska húsið ofta bygt inn í landslagið, og húsini plaserað í mun til hvørt annað, eftir nøkrum prinsippum um hvat kundi isolera og verja ímóti veðurlagnum. Hesi prinsipp síggjast stundum aftur í góðum nútíðar arkitekturi, eitt nú í Norðurlandahúsinum, meðan teir sethúsabýlingarnir, sum man byggir í Føroyum í dag, ofta ganga beint ímóti hesum somu prinsippum um góða húsabygging til føroysk viðurskifti. Somuleiðis liggja stórir ótroyttir dýrgripir av íblástri í okkara maritimu hondverkaratraditión - báta- og skipabygging.
Fylgir nakar dreymur um at arbeiða í Føroyum við ásannani av, at her liggur tín óumgangiliga kelda til íblástur?
? Ja, tað ger tað. Tað hevði verið gott at búð og arbeitt í Føroyum, tað liggur ein vandi í bert at arbeiða við føroyskum verkætlanum. Tað fullkomna hevði tí verið at arbeitt í Føroyum, men við útlendskum arbeiðsuppgávum helvtina av tíðini. Tað átti ikki at verið ómøguligt. Fyri mær at síggja eru stórir møguleikar fyri at skapa eitt arbeiðsumhvørvi í Føroyum við altjóða dámi, tí tað hevði uttan iva verið lætt at fingið útlendskar arkitektar at komið til Føroya at arbeitt í avmarkað tíðarskeið, sjálvsagt treytað av at uppgávurnar vóru spennandi. Nógv dømi eru um kendar teknistovur sum hava sett seg niður í oydnum umhvørvi, har arkitektarnir fáa konsentrera seg fullkomiliga um sítt arbeiðið, og samstundis hava íblásturin beint uttanfyri vindeygað. Í Føroyum hevði okkurt líknandi væl latið seg gjørt, og at hava føroyska landslagið undir liðini sum stuðul er avgjørt ikki at forsmáa.
Eftir øllum at døma er nóg mikið av íblástri til stóran arkitektur í Føroyum. Men hvussu stendur til við sjálvum føroyska arkitekturinum?
? Í Føroyum hava vit eina rættiliga stutta siðvenju innan arbeiði við arkitekturi. Í so máta eru Føroyar og t.d. norður Norra rættiliga meinlík. Í størru býunum í Danmark og stórum pørtum av Europa harafturímóti, hevur arkitekturur verið ein partur av gerandisdegnum í árhundrað. Har er vanligt at fólk liva við arkitektonisku siðvenjuni, men í Føroyum er hinvegin ikki óvanligt at fólk ikki so mikið sum kenna mun á arkitektum og verkfrøðingum. Arkitektaarbeiðið verður ikki virt serliga høgt, og hugburðurin er nógvastaðni er framvegis tann, at best er um man als ikki fær blandað ein arkitekt inn í byggiarbeiðið - tí so verður tað bara dýrari. Tað passar eisini. Ein dygdargóð vøra kostar altíð meira og tað skerst ikki burt at sum í øllum øðrum fagbólkum, so finnast eisini ódugnalig fólk innan arkitektayrkið. Men bygging snýr seg um annað og meira enn bara kostnað. Í privatari bygging kann man neyvan seta beinleiðis arkitektonisk dygdarkrøv, men eg haldi, at meira átti at verið kravt í so máta av almennari og kommunalari bygging og ráðlegging.
Men bygging eru dýr longu áðrenn ein arkitektur verður boðsendur. Er tað ikki skilligt at arkitekturin ofta verður spardur burtur?
? Ofta er tað trupult at fáa eyga á hví júst tað verður spart burtur. Tað er sum at spara rithøvundin burtur áðrenn bókin skal skrivast. Tak til dømis eina av arkitektonisku perlunum í Føroyum, Norðurlandahúsið. Tað hevði neyvan sæð út, sum tað ger, um tað var ein serføroysk verkætlan Tá hevði tað neyvan havt somu dygdir, tí onnur øki høvdu uttan iva verið tikin framum dygdarráðlegging, dygdarhandverk og dygdartilfar. Men hvør kundi ynskt sær Norðurlandahúsið øðrvísi í dag? Eg skilji t.d. heldur ikki rættiliga andsøgnina í føroyska hugburðinum um ávikavist bilar og hús. Sjálvandi eru tað tvær ymiskar upphæddir, men fólk gjalda gleðiliga hundraðtúsund krónur eyka fyri at fáa tann nýggjasta og flottasta bilin, meðan kostnaðurin á húsunum oftast verður skorin heilt inn á bein. Húsini eru útmerkað so leingi tey eru tøtt og líkjast einum vanligum typu-húsum, men bilurin, hann má endiliga ikki vera meira enn fýra ára gamal og skal helst hava eitt nútímans snið. Man er inni í húsum sínum størsta partin av lívinum, men soleiðis sum ofta verður prioriterað, so skuldi man næstan trú, at tey búðu í bilinum.
Hvørjir eru vanligastu feilirnir við føroyskari bygging?
? Eg veit ikki um man kann loyva sær at kalla tað ein feil. Men tá føroyingar byggja hús kann tað næstan ikki gerast nóg romantiskt og afturlítandi. Nýhugsan er ikki tað man sær mest til í føroyskari bygging, tí hugsanin um hvat eini hús eru, og hvussu eisini hús skulu síggja út, er rættiliga fastløst. Av tí sama byrja føroyingar beinanvegin at hugsa um sprossar, tal av vindeygum og annað, ið hoyrir ytru rammuni av húsinum til, tá teir skulu byggja. Man hevur lyndi til beinanvegin at hugsa húsini uttanífrá. Men rættast er at byrja innanífrá. Hvussu vil man liva inni í húsunum, er tað fyrsta man má geva sær far um. Uppgávan hjá einum arkitekti er júst hetta - at finna útav hvat fólk í veruleikanum ynskja, og so at savna træðrirnar og materialisera tankarnar. At tekna eini hús er ein tilgongd, har arkitekturin og kundin saman koma fram til eitt úrslit. Óheppin arkitektonisk avrik standast ofta av, at kundin ikki hevur verið við í tilgongdini. Annaðhvørt tí hann ikki hevur víst áhuga ella tí at arkitekturin ikki hevur verið sína uppgávu vaksin.
Er nøkur menning at hóma í føroyskum arkitekturi?
? Eg haldi at tað er um at henda ein broyting. Eitt nýtt ættarlið av arkitektum er komið til við áræði til at broyta nøkur ting. Og eins og alla aðrastaðni, so skal ein arkitektonisk siðvenja nokk grógva seg fasta í Føroyum við tíðini. Eg haldi eisini at vanligi føroyingurin er sjáldsama áhugaður í at kjakast um byggilistarlig viðurskifti, og tað er sera týdningarmikið í einhvørjari menning. Byggiuppgávurnar gerast eisini alt meira kompleksar, og av tí sama koma arkitektar alsamt oftari inn í myndina. Tað er gott fyri allar partar, tí í Føroyum hevur man eina serliga orsøk til at byggja dygdargott. Landslagið ger allar bygningar sjónligar og tær arkitektonisku katastrofurnar, sum verða gjørdar, eru oftast sera sjónligar. Í so máta kann man siga, at føroysk bygging eru rættiliga útstillað, sigur Ósbjørn Jacobsen.