Nú hvørvur ein býarmynd í Vági

Men afturfyri fáa vágbingar betri pláss é havnarlagnum

Í fleiri enn hálvthundrað ár vóru Esso-tangarnir á havnarlagnum í Vági ein sjónskur partur av býarmyndini í Vági.

 

Essotangarnir vóru tó tiknir niður í fyri nøkrum árum síðani, men nú verður so eisini tangagarðurin tikin heilt burtur, sigur Vágs Býráð í einum tíðindaskrivi í dag.

 

Nú verður plássið, har tangagarðurin var, tikið uppí havnarlagið, sum sostatt verður næstan 1.000 fermetrar størri.

 

– Við tað at Bakkafrost er farið undir at gera kryvjivirkið á virkinum í Vági, er eisini væntandi, at virksemið á havnarlagnum fer at veksa, sigur Anna B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini í tíðindaskrivinum Og av somu orsøk hevur Vágs Býráð gjørt av at útvega meiri pláss á havnarlagnum og taka tangagarðarnar burtur, sigur hon.