Ný Kaledonia vil ikki loysa

Meirilutin atkvøddi ímóti loysing á fólkaatkvøðu

Í dag hevur fólkaatkvøða verið í Ný Kaledonia um loysing frá Fraklandi.

Reuters skrivar, at umleið 80 prosent av veljarunum vóru á fólkaatkvøðuni, og at meirilutin atkvøddi ímóti loysing. 

Tá ið 95 prosent av atkvøðunum vóru taldar, høvdu 56,8 prosent atkvøtt nei. 

Ný Kaledonia er oyggjaland, sum liggur 900 fjórðingar eystur úr Australia og hevur verið partur av Fraklandi síðani 1853.

Daniel Goa, sum er leiðari fyri tjóðskaparrørsluna í Ný Kaledonia var ein av teimum, sum luttók á ráðsevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, ið varð hildin í Norðurlandahúsinum 12. oktober. Katalanski sjálvstýrismaðurin Carles Puigdemont luttók eisini á ráðstevnuni.