Unga liðið hjá H71-kvinnum er á gáttini til eina stóra uppliving í morgin.
Tá H71 tekur ímóti VÍF 2 í Hoyvíkshøllini klokkan 14.30 sunnudagin, so skal H71 bert hava ein javnleik ímóti VÍF 2 fyri, at hoyvíkskvinnur vinna seg víðari í hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini.
Neistakvinnur taptu nevnliga 25-31 (13-18) norðuri í Vestmanna í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini fyrr í kvøld.
Úrslitið merkir, at VÍF stendur við fullum stigatali, seks stigum. Neistin endar á tveimum stigum, og H71 hevur tvey stig, og dystin ímóti VÍF 2 til góðar. VÌF 2 er aftast við ongum stigi.
VÍF 2 hevur higartil tapt 9-44 ímóti Neistanum og 13-47 ímóti VÍF í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini, so eingin veddingarfyritøka hevði torað at bjóða odds uppá VÍF 2 ímóti H71. So lagt er upp til, at kvinnuhondbóltssøga verður skrivað í Hoyvík í morgin.
Tapir H71 ímóti VÍF 2 í morgin, so er talan um størsta undurið í 33 ára søguni hjá føroyska steypakappingini í hondbólti. Men tað er hetta stóra undurið sum krevst um Neistin skal vinna seg í hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini.
Toppsskjútti hjá VÍF ímóti Neistanum var Liljan Djurhuus við átta málum. Ranvá Hanusson var toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum.