Nú kann eg gera tað sum eg vil

- Eg havi slept øllum mínum trygdarneti, sigur føroyskur sniðgevi

Elisa Heinesen hevur búð í London í meira enn tjúgu ár, og har hevur hon arbeitt sum klædnasniðgevi fyri kendar fyritøkur. Fyri fimm árum síðani átti hon tríburar, og tað broytti hennara støðu munandi. Eftir ein steðg frá mótavinnuni í nøkur ár, arbeiðir Elisa nú aftur miðvíst við at sniðgeva klæði, og nú ger hon tað undir sínum egna merki, sum hon byggir upp frá grundini.

- Eg umhugsaði, hvat eg skuldi gera, tá ið eg fór at arbeiða aftur. Eg hugsaði ikki bert um, hvat eg kundi fáa pengar fyri at gera, men eisini hvat eg hevði hug til at gera. Og niðurstøðan var, at eg vildi royna nakað nýtt og gera tað upp á mín máta, sigur Elisa Heinesen. 

Harvið var avgerðin tikin um at sniðgeva klæði til sítt egna klædnamerki.

- Eg havi slept øllum mínum trygdarneti, og nú sniðgevi eg og seymi klæði til mítt egna merki, og tað er bert ein partur, sum er umbiðin frammanundan. Nógv klæði skulu seljast, eftir at eg havi framleitt tey, sigur Elisa Heinesen.

Elisa hevur gjørt nógv burtur úr myndatøkum til bløð, intenet og annað. Stylistar, poppsangarar og onnur læna klæði, og tá fær Elisa eisini hentar afturmeldingar um, hvussu klæðini riggar í veruliga lívinum.

- Hetta er ein annar máti at arbeiða uppá, tí nú havi eg ikki longu nakað trygdarnet undir mær, men hetta er spennandi, og eg havi frælsi til at gera tað, sum eg vil. Tað passar mær væl. Trygdarnet kann vera gott at hava, men tú kanst eisini koma at hvíla í so nógv í tí, sigur hon.