Nú kannar løgreglan ein Facebook-bólk

- Tað er framvegis nógv trýst á løgregluni fyri at fáa uppklárað málið um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sigur kanningarleiðarin.

 

 

Norska løgreglan kannar nú eisini eina Facebook-síðu, har norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, gjørdist limur stívliga sjey mánaðir, áðrenn hon hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í fjør.

Tað skrivar norski miðilin – nettavisen.fo.

Í næstan tíggju mánaðir hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hina 69 ára gomlu. Seinasta, sum nakar við vissu veit um hana, er ein telefonsamrøða klokkan 09.14 sama morgun, sum hon sporleyst hvarv, og tá snakkaði hon í telefon við onkran í familjuni.

Norska løgreglan hevur havt telefonina hjá Anne-Elisabeth Hagen í varðveitslu, síðan konan hvarv, tí telefonin lá nevniliga eftir í heiminum hjá henni og manninum, norska miljarderinum, Tom Hagen.

Tom Hagen var til arbeiðis seinasta dag í oktober í fjør, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, og tá hann kom heim aftur nakað eftir klokkan 13 henda dagin, var konan horvin.

Í heiminum lá eitt bræv við kravi um loysigjald á níggju miljónir evrur, og í brævinum var eisini ein hóttan um, at løgreglan skuldi ikki dragast upp í málið. Varð løgreglan drigin upp í, var lívið hjá ríkmanskonuni í vanda.

Maðurin valdu tó at boða løgregluni frá minni enn ein tíma eftir, at hann var komin heim, og í einar 10 vikur arbeiddi løgreglan í loyndum við málinum.

Almenningurin fekk tískil einki at vita um hvørvingina fyrr enn fyrst í hesum árinum. Tá helt løgreglan seg hava brúk fyri at biðja almenningin um hjálp.

Eitt spor, sum løgreglan nú kannar í málinum, er ein Facebook-bólkur, har Anne-Elisabeth Hagen gjørdist limur í mars mánaði í fjør. Løgreglan kannar eitt nú, um innlimingin í bólkin kann hava nakað beinleiðis við hvørvingina at gera, og hví ríkmanskonan júst gjørdist limur í hesum bólki. 

Sambært upplýsingum á Facebook var tað ein onnur kvinna, sum gav Anne-Elisabeth Hagen atgongd til bólkin. Henda kvinnan hevði ikki hug at gera viðmerkingar, tá www.nettavisen.no vendi sær til hennara, men løgreglan váttar yvirfyri heimasíðuni, at tey nú kanna bólkin og atgongdina hjá ríkmanskonuni.

- Tað er ikki nógv, eg kann siga um hetta. Men, tað eru kanningar gjørdar kring hetta mál. Sum heild kann eg siga, at vit fáa eina røð av tippum í málinum, og tey verða send víðari til viðkomandi arbeiðsbólk, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við heimasíðuna.

##med2##

Kanningarleiðarin leggur dent á, at tað fer framvegis at verða nógv gongd í kanningararbeiðnum í heyst í royndini at greiða málið.

- Vit taka eisini seinastu fráboðanina, sum familjan hjá Anne-Elisabeth Hagen fekk frá sonevnda mótpartinum, í álvara, men vit broyta kortini ikki okkara høvuðsástøði um, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin.

Kanningarleiðarin hevur áður sagt við www.nettavisen.no, at tey føla, at trýst er á at fáa málið um ríkmanskonuna uppklárað, og hann hevur eisini sagt, at løgreglan arbeiðir við alternativum ástøðum í málinum um Anne-Elisabeth Hagen.

##med3##