Nú kemur Hestbech til Sumbiar

Kristine Stricker Hestbech vitjar í Sumba 1. og 2. apríl

Ætlandi skuldi kendi presturin Kristine S. Hestbech vitja í Sumba í februar fyri at halda fyrilestur og føstuguðstænastu, men hetta mátti av ymsum orsøkum útsetast. Men nú verður vitjanin loksins veruleiki og guðstænasta og fyrilestur verða týsdagin og mikudagin.

Fyrilesturin verður at hoyra í Samkomuhúsinum í Sumba 1. apríl kl. 19.00 og fyrilesturin hevur heitið ”Det gode liv - jagten på lykken”.

Eftir fyrilesturin verður kaffi at fáa og Kristine verður at hitta. Høvi verður at seta spurningar ella bara at práta saman. Fyrilesturin er almennur.

Mikukvøldið 2. apríl klokkan 19:00 verður Guðstænasta í Sumbiar Kirkju við Kristine S. Hestbech.