Fyrst ljóðaði fyrr í ár, at Spice Girls høvdu ætlanir um framførslur og sjónvarpssendingar. Men so vísti seg, at semjan um hetta rakk ikki, so vónirnar hjá fjepparum brustu.
Men nú tykist víst, at stóri bólkurin frá 90'unum kemur saman aftur.
Tað er Mel B, sum hevur sagt við útlendskar miðlar, at Spice Girls fara á pall í september. Avtalan er komin á pláss, sigur hon.
Hon sigur tó onki um, hvørt hetta verður konsertferð, ella bert ein einstøk pallframførsla.
Bólkurin hevði síni stóru ár frá 1994 til 2000. Í 2007-2008 gjørdu tær konsetferðina the Return of The Spice Girls, og innspældu 100 milliónir dollarar, og høvdu 17 útseldar konsertir í The O2 Arena í London.