Nú koma vindmyllur í Hoyvíkshagan

VINDORKA - Tað var longu tá eg festi garðin fyri eini 11 árum síðani, at eg byrjaði at hugsa um, hvørjir framtíðarmøguleikar vóru her. Eg sá rættiliga skjótt, at her vóru møguleikar at framleiða vindorku her á staðnum, sigur Sigert Patursson, festari í Hoyvík. Nú fara hann og Johan í Niðristovu, stjóri í sp/f Røkt at seta vindmyllur upp ovarlaga í Hoyvíkshaganum.

- Hetta fer hvørki at henda í dag ella í morgin. Men einaferð í framtíðini koma ætlandi fleiri myllur at standa her uppi við Gellingarklett, vísir hann á.

Hóast hesa nýggju og spennandi ætlan er Sigert Patursson fult greiður um tað virksemið, sum hoyrir til ein slíkan bóndagarð: Seyðahald og mjólkaframleiðslu, fyrst og fremst.

Men festarin í Hoyvíkshaganum sær eisini aðrar og munandi størri møguleikar aftrat á hesum øki, nevniliga útvegan av orku umvegis vindmyllur - í hesum føri orku, ið kann knýtast í verandi el-kervi.

- Hetta økið við Gellingarklett er sera væl egnað til slíkar vindmyllur. Tað liggur rímiliga høgt, og er haraftrat bæði slætt og stórt.

- Og so má ein heldur ikki gloyma, at tað eisini er vítt uttan um. So viðurskiftini til vind skuldu avgjørt verið til staðar, vísir ein spentur Sigert á.

Tað sjáldsama við hesi ætlanini er, at teir hjá Røkt eisini hava víst áhuga fyri júst hesum økinum. Og nú er so umsíðir komið hartil, at tvey hugskot kunnu renna saman til eitt.


Fleiri saman

Sigert Patursson er neyvan einsamallur bóndi við góðum hugskotum at fáa framd í verki, saman við teimum hjá Røkt í Vestmanna.

Møguleikin fyri eini slíkari verkætlan hevur heldur ikki verið til staðar, inntil fyri fáum árum síðani. Og líka síðani tá, hevur Sigert gingið og hugsað um, hvussu hann sjálvur kundi gerast partur av eini slíkari.

Frammanundan hesum hevði hann kannað ymiskt í hesum sambandi, og hevði haraftrat útvegað sær atgongd til økið við Gellingarklett fyri fleiri árum síðani.

- Eg dugdi sjálvandi væl at síggja, at ein einsmallur maður megnar als ikki at lyfta eini so stórari verkætlan.

- Men tá eg so setti meg í samband við teir hjá Røkt, um at vit saman kundi lyft hesi verkætlanini, so var áhugin beinanvegin til staðar, sigur Hoyvíksbóndin. 



Opið í allar ættir

Fyri nøkrum árum síðani kom fram ein ætlan um gera økið kring Stórutjørn til ein heilan bý, við øllum tí sum hartil hoyrdi.

Henda verkætlanin er enn ikki sett í verk. Men um somu tíð vórðu kortini gjørdar vindmátingar á økinum.

Hesar vístu rættiliga greitt, at økið við Stórutjørn var eitt teirra við rættiliga nógvum vindi úr øllum ættum.

Økið við Gellingarklett liggur í nánd av hesum, heldur ovari, men við somu veðurlagsligu fortreytum.

- Ja, hetta økið liggur opið í allar ættir, og tí kann ein eisini vænta vind allastaðni frá, vísir Sigert Patursson á.




1. stig: Vindmátari

22. august varð samstarvsavtalan gjørd millum Sigert Patursson í Hoyvík og Sp/f Røkt í Vestmanna um vindorkuframleiðslu við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum Norðaripartur.

Endamálið við samstarvinum, er at gagnnýta tilfeingið á festinum sum best. Samstundis kann ein økja um vindorkuframleiðsluna í Føroyum, og fremja orkupolitik løgtingsins í verki.

Fyrsta stig í hesum samstarvi er, at vindmátingar verða gjørdar í Hoyvíkshaganum. Ein mátimastur verður reist seinni í hesum mánaðinum.

- Hesin vindmátarin kemur at standa her í eitt ár fram, soleiðis at vit kunnu síggja, hvussu regluligur vindurin er og hvør framleiðslumegi er á økinum, vísir Sigert Patursson á.