Á nøkrum arbeiðsplássum er neyðugt at bøta um trygdina

Í løtuni eru ongar ætlanir um at hækka bøturnar - men málið verður kannað

 

Tað er ein sannroynd, at á ávísum arbeiðsplássum, og í ávísum vinnugreinum, er trygdin ikki nøktandi, og tí mugu tiltøk setast í verk  fyri at bøta um støðuna.

Tað er niðurstøðan hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin, hva hann ætlar at gera fyri at bøta um trygdina á arbeiðsplássum í Føroyum.

Helgi Abrahamsen sigur, at endamálið er, at eingin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein, á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Og hann heldur, at tað er sera sera óheppið og syrgiligt, at tríggjar deyðsvanlukkur hava verið á føroyskum arbeiðsplássum í ár.

Landsstýrismaðurin heldur kortini, at sum heild er arbeiðsumhvørvið í Føroyum munandu batnað hes seinnu árini.

Hann sigur, at yvirhøvur kann arbeiðsumhvørvið í Føroyum samanberast við hini norðurlondunum. Men hann heldur, at tað er eisini ein sannroynd, at á ávísum arbeiðsplássum, og í ávísum vinnugreinum er trygdin ikki nøktandi og har mugu stig takast fyri at bøta um støðuna.

Landsstýrismaðurin hevur tískil heitt á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at gera eitt upprit um, hvørjar vinnugreinar dentur eigur at verða lagdur á hesa næstu tíðina. Hyggjast skal serliga eftir, um tørvur er á at seta tiltøk í verk í alivinnuni, fiskivinnuni á landi og á byggiplássum. Hyggjast skal eisini eftir, hvørji stig eiga at verða tikin fyri at bøta um arbeiðsumhvørvið.

Landsstýrismaðurin hevur eisini heitt á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at umrøða evnið saman við Arbeiðsumhvørvisráðnumm, og at taka niðurstøðurnar frá hesi umrøðu við í uppritið.

Helgi Abrahamsen sigur, at hesi seinnu árini, er játtanin til Arbeiðs- og brunaeftirlitið er hækkað, umframt at stovnurin hevur fingið fleiri uppgávur.

­– Hetta hevur givið stovninum eitt betri rakstrargrundarlag og meira virkisføran starvsfólkahóp, sigur hann.

Men hann sigur, at tað verður neyðugt at seta fleiri starvsfólk av til at gera eftirlit og vegleiða arbeiðspláss um trygdarviðurskifti og tað samskiftir hann við Arbeiðseftirlitið um.

Sum er hevur landsstýrismaðurin ikki nakra ítøkiliga ætlan um at hækka sektina fyri brot á arbeiðsumhvørvislóggávuna.

Hann hevur tó heitt á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at gera eitt upprit um, hvussu stórar slíkar bøtur eru í hinum norðanlondunum, og, hvussu tær verða roknaðar út. Í hesum sambandi skal eisini metast um, hvørja ávirkan tað kundi fingið at hækka bøturnar.

Helgi Abrahamsen hevur eisini heitt á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at umrøða hetta evnið saman við Arbeiðsumhvørvisráðnum, og at taka niðurstøðurnar frá umrøðuni við í uppritið.