Fríggjadagin í síðstu viku kom fyrsta stigið av einari nýggjari føroyskt/kinesiskt orðabók út. Orðabókin er nú tøk á Sprotanum saman við hinum talgildu orðabókunum, og ætlanin er at halda fram við at menna orðabøkurnar.
Nýggja orðabókin varð løgd fram á Reinsarínum fríggjadagin 1. februar, og sera nógv fólk møttu upp til tiltakið. Millum tey uppmøttu vóru Feng Dai Jørgensen og Mei Berthelsen, sum báðar eru fluttar úr Kina og til Føroya.
- Tað frøðir meg at síggja, at føroyingar nú onkursvegna kunnu síggja Kina við øðrum og nýggjum eygum, tí kanska onkur fer at læra seg enn meira um Kina nú, sigur Feng Dai Jørgensen í samrøðu við Sosialin.
Hava lært seg føroyskt
Tær hava báðar búð í Føroyum í meira enn 10 ár, og tær tosa og skilja báðar tvær væl føroyskt í dag. Feng flutti til Føroya í 2001, og tað tók henni ikki langa tíð at læra føroyskt, tí hon var íðinn eftir at læra málið.
- Tá eg kom til Føroya var einki skeið ella nakað líknandi. Eg lærdi meg sjálv við at lesa Sosialin og Dimmalætting, og so kannaði eg orð fyri orð í orðabókini. So lurtaði eg eftir útvarpinum fyri at vita, um eg kendi orðini aftur. Eg dugdi at lesa føroysku bløðini aftaná tríggjar mánaðir í Føroyum. Men at tosa er tann ringasti parturin, sigur Feng Dai Jørgensen.