Nú kunnu vit reka reiðaravirksemi

Thomas Magnussen tók í dag við sum stjóri hjá Smyril Line. Hann fegnast um, at felagið nú kann savna tankarnar um sjálvan raksturin av felagnum

Smyril Line

- Við umskipanunum, sum nú eru gjøgnumførdar, og kapitaltilgongdini hava vit tryggjað grundarlagnum undir felagnum. Tí kunnu vit nú loyva okkum at flyta fokus frá eini sperdari fíggjarstøðu til sjálvan raksturin, og tað fegnast vit um.
Soleiðis segði nýggi stjórin á Smyril Line, Thomas Magnussen, tá hann í dag tók við sum stjóri eftir norska Jan Walle.

Vænta vøkstur
Hóast tølini hjá felagnum hava verið dapur lesnaður, síðani nýggja Norrøna kom til landið, so var tað ein bjartskygdur stjóri, sum var á tíðindafundi hjá felagnum hósmorgunin.
- Vit vænta, at hetta væl og virðiliga kann bera til. Serliga á ferðafólkasíðuni rokna vit við, at talan verður um munandi størri inntøkur. Og vit halda ikki, at hetta bara eru luftkastellir, leggur hann afturat.
- Fyrst og fremst, so hava vit við nýggju avtaluni við Fjord Line fingið eina góðu rutu, sum væl kann vísa seg at geva heilt stórar inntøkur. Hartil, so hava vit ár verið nógv fyrri á útlendsku marknaðunum, og longu nú síggja vit, at bólkaferðirnar mest sum eru eksploderaðar. Og at enda, so hevði tað í vár eina negativa effekt, at somikið stórur ivi varð sáddur um framtíðina hjá felagnum. Tað hevði við sær, at fleiri fólk settust aftur - ella valdu aðrar ferðamøguleikar. Ein trupulleiki, sum vit ikki rokna við í ár.
- Nú ræður so um at optimera ymsu pakkarnar, sum vit hava at bjóða, soleiðis at vit á tann hátt kunnu skapa enn meira vøkstur. Men vit halda, at vit í løgdu fíggjarætlanunum hava verið sera varnir í metingunum. Og tí ivist eg ikki í, at hetta nú fer at bera til, soleiðis at Smyril Line gongur eini tryggari framtíð í møti, segði nýggi stjórin at enda.