Nøkur nólsoyarbørn í skúla í Havn

Tórshavnar kommuna heitir á foreldur í Nólsoy um at taka sæti í skúlastýrinum, sum ikki er mannað

Tá ið skúlastýri seinast skudi setast í Nólsoy, var ikki neyðugt at hava val. Áhugin fyri skúlastýrinum var minni enn so. Skúlastýrið varð mannað, men eykalimir vóru eingir.
Hetta er komið aftur um brekku nú. Tvey fólk, sum vóru í skúlastýrinum, eru flutt úr bygdini, og tí kann stýrið ikki virka.
Mánakvøldið var foreldrafundur, og niðurstøðan á fundinum var, at roynt skal verða at finna tvey foreldur at koma í stýrið í staðin. Tað skal kommunan gera.
Karmarnir um skúlan í Nólsoy eru góðir, men okkurt er galið við skúlanum, tí nøkur foreldur hava tikið børn síni úr skúlanum.

Ymikar orsøkir
Ein familja er flutt úr kommununi, og tað er so tað. Onkur er farin til Havnar, sum er sama kommuna, men tað eru eisini tey, sum senda børn síni við Rituni til Havnar í skúla hvønn morgun. Tað eru alt børn í teimum eldru flokkunum.
Í onkrum føri eru børn farin til Havnar at ganga í skúla av sosialum orsøkum, við tað at eingir ella fáir javnaldrar vóru eftir í skúlanum.
Einki foreldur, sum Sosialurin hevur tosað við, hevur hug at stíga fram, tí viðurskiftini eru so smá í so lítlari bygd.
Eitt foreldur gremur seg um góðskuna av undirvísingini av teimum størru børnunum. Har vantar skikkaður lærari, siga tey. Tey smáu fáa góða undirvísing, verður sagt.
Atfinningar verða eisini vendar móti fyrsta læraranum Jákupi av Skarði, sum hevur annað starv við síðuna av skúlaleiðarastarvinum.
Jákup av Skarði vísir á, at í setanarviðurskiftum hansara er rúm fyri at hava eitt annað starv, og tað hevur hann havt leingi. Tað starvið er at vera ráðgevi hjá Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð.

Torført at fáa lærarar
Annars hevur hann ikki hug at gera viðmerkingar til, hví nøkur børn fara í skúla í Havn, tí orsøkirnar eru fleiri, og hann leggur ikki í at koma inn á persónlig viðurskifti hjá nøkrum.
Hann heldur, at Nólsoyar skúli er rímiliga væl fyri við lærarum, men tað er ikki lætt at fáa lærarar. Í apríl væntar skúlin at fáa ein útbúnan lærara aftrat. Onkur nólsoyingur gongur á læraraskúla, og fyrsti lærarin vónar, at viðkomandi hevur hug at koma til Nólsoyar at arbeiða, tí ið prógvið er komið.
Bara 21 børn eru eftir í skúlanum, og Jákup av Skarði væntar ikki, at bygdin fer at vaksa tað stóra. 40 hús standa tóm, og eigararnir vilja hvørki selja ella leiga út. Hugurin at byggja er ikki stórur, tí grundstykkini kosta nú tað sama sum í Havn, við tað at Nólsoy er í Tórshavnar kommunu.
Jákup av Skarði ber ikki ótta fyri, at skúlin í Nólsoy letur aftur, tí karmarnir eru so góðir, og skúlin er har, sum børnini búgva.