Nøkur orð um tað, sum ikki varð sagt 1. mai

Tíðargrein:

Nú 1. mai er farin aftur um bak, og røður eru hildnar, so hevur tað ivaleyst undrað mangan, at einki orð varð grett um størsta frambrotið í føroyskari arbeiðsmarknaðarsøgu í nýggjari tíð, nevniliga ALS-skipanin og tær sera stóru ábøturnar, ið beint nú verða viðgjørdar í Løgtinginum.

 

Fyrsti mai er altjóða arbeiðaradagur, har arbeiðararørslan setur dagsskránna kring allan knøttin. Henda eina dag í árinum fær arbeiðararørslan orðið og kann føra síni sjónarmið fram. Og mangar mergjaðar og inspirerandi røður eru hildnar henda dag, og mong høggini eru follin yvir stjórnir og makthavarar. Tí fór eg aftur henda dag við spenningi oman á Vaglið at hoyra, hvat okkara egna arbeiðararørsla hevði upp á hjartað, nú vit eru í einari broytingartíð. Tvær røður frá tveimum limum í Havnar Arbeiðsmannafelag vóru fyrst á skrá. Har var nakað av tí, sum altíð er og ivaleyst hoyrir til slíkar røður. Politikarar fingu av grovfíluni, nakrir beinleiðis navngivnir. Sjálvur haldi eg, at onkustaðni fór hetta ov langt, men hvat, tað var jú 1. mai.

Men tað var nú ikki tað, sum eg hoyrdi á Vaglinum, sum undraði meg so nógv. Tað var meira tað, sum eg ikki hoyrdi, sum undraði.

Sama kvøldið skipaði Javnaðarflokkurin fyri 1. maidagshaldi á Seglloftinum hjá Thomsen á Tvøroyri, har eisini formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag helt røðu. Men aftur her var tað tað, sum Ingeborg ikki segði, sum undraði meg meira, enn tað, sum hon segði.

Tá vit í 1992 fingu okkara ALS-skipan, so var tað eitt úrslit av einum framúrskarandi samstarvi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og politisku skipanina. Vit fingu eina skipan um júst somu tíð, sum búskaparligu óløgini skolaðu inn yvir landið. Arbeiðsloysi fór heilt upp á 25%, og skjótt var ALS um at fara á heysin. Ein bjargingarætlan fyri og onnur eftir vórðu framdar, og hon hóraði undan.

Men í dag er ALS-skipanin ein sunn og sterk skipan við einum gjaldføri upp á heilar 670 mió. kr. Framvegis eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum varða av skipanini. Stýrið hevur fyrimyndarliga í sátt og semju snikkað eitt uppskot til batar á skipanina, sum landsstýrið hevur lagt fyri tingið. Nógv tann størsta og týdningarmiklasta broytingin er, at nú kunnu arbeiðsleys fáa 80% av A-inntøkuni ella í mesta lagi 20.000 kr. um mánaðin útgoldið.

Tað er ein ótrúliga góð skipan at hava, nú myrk skýggj reka inn yvir okkara egna fíggjarhválv. Eitt tað ringastu, sum kann henda einum menniskja er, at ein verður uppsagdur og sendur til hús. Kenslan av, at ein ikki longur er ein ynskt arbeiðsmegi, er alt annað enn góð. Tá er tað sera umráðandi, at vit hava eina skipan, sum kann taka sær av hesum fólkum, sum arbeiðsloysið rakar.

Meg undraði tað stórliga, at hesir røðarararnir 1. mai ikki so frægt sum nevndu síni egnu skipan. Um tað var tí, at tey vóru bangin fyri at geva okkum politikarum eitt sindur av rósi, tað skal eg ikki siga. Men um so var, so kundu tey bara undirstrikað, at hetta var teirra skipan.

Eg saknaði, at hesar røður frøddust um eina skipan, sum veruliga kann hjálpa, tá á stendur - eisini hjá teirra egnu limum. Ein skipan, sum í dag man teljast millum tær bestu í okkara parti av heiminum. Ein skipan, sum partarnir sjálvir hava gjørt ótrúliga skilagóðar ábøtur á. Ábøtur, sum júst sama dag lógu á tingborðunum innan fyri veggin, har røðurnar vórðu hildnar beint uttanfyri.

Uttan mun til, hvat varð sagt ella ikki, so eri eg sannførdur um, at ALS er ein tann frægasti varði, sum er lagaður í føroysku arbeiðsmarknaðarsøguni. Hon hevði nøkur góð orð uppiborið.

Hví kunnu vit ikki onkuntíð frøast um tað positiva, sum hóast alt er hent, heldur enn bara at leita eftir tí negativa?