Nólsoy fingið bátabrúgv

Í sambandi við at ferjulega verður gjørd til Ternuna úti undir Klivum, verður neyðugt at flyta bátarnar heim á keiina, og nú er so bátabrúgv løgd út har. Articon arbeiðir í hesum døgum við at gera eina ferjulegu úti undir Klivum, so Ternan fær eitt trygt atløgupláss. Tí verður neyðugt at flyta teir bátarnar, sum higartil hava havt sítt fasta pláss undir Klivum, heim á keiina.

Har hevur til tíðir verið trongligt, og tá so fýra nýggir bátar skulu flytast heim á keiina at liggja, knípir við plássi, og tí hevur Tórshavnar havn gjørt av at leggja eina bátabrúgv út har heimi.

Hendan bátabrúgvin kom so í næstsíðstu viku, og liggur nú trygg og klár at taka ímóti nólsoyarbátum.

- Hetta er ein bátabrúgv, sum hevur pláss fyri 16 bátum. Talan er um eina íløgu á tilsamans 625.000 krónur við øllum, mvg íroknað, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð.

Tað eru serliga útróðrarbátarnir, sum hava havt fast pláss undir Klivum, og tað fer framvegis at bera til at leggja stampar upp og taka stampar og agn umborð undir Klivum.

- Tað var alla tíðina ætlanin, at bátabrúgvin skuldi koma áðrenn ferjulagan er liðug, og hon var so løgd út í næstsíðstu viku. Tíðarætlanin við ferjuleguni sigur, at hon skal verða liðug í mai mánað komandi ár, sigur Jákup Símun Simonsen.