Nólsoyarbørn á H.C. Andersen sjónleikarastevnu

Um mánaðarskiftið fer Nólsoyar barnasjónleikaraskúli at luttaka á stórari H.C. Andersen sjónleikarastevnu í Slagelse


MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, hevur nógv jørn í eldinum. Herfyri frættist, at felagið í  næstum sendir 10 ungir klaksvíkingar á sjónleikarastevnu í Litava. Og nú er túrurn so komin til børn í Nólsoy. MáF hevur nevniliga eisini skipað fyri, at ein bólkur av barnasjónleikarum úr Nólsoy verður við á stóru H.C. Andersen sjónleikarastevnuni, ið byrjar í Slagelse 27. juni. Átta  bólkar verða við, og eru teir úr Danmark, Noregi, Finlandi, Føroyum, Letlandi, Litava og Kuba. Børnini eru 9-16 ára gomul.
Bólkarnir koma við einum sjónleiki hvør, ið er inspireraður av ævintýrum H.C. Andersens. Sjónleikin hava allir bólkarnir gjørt í vár, teir hava havt frumsýningar, og nú eru ungu sjónleikarnir so klárir til stóru stevnuna.
Eldsálir
Í Nólsoy hava tey spælt sjónleik, síðan Bygdarfelagið Royndin stovnað í 1918. Barnasjónleikaraskúlin byrjaði virksemi sítt seinast í 80?unum. Seinastu 5 árini hevur kommunan goldið til skúlan, men nógv av arbeiðinum er sjálvboðið. Í løtuni ganga 22 børn og ung á skúlanum.
Tað eru eldsálirnar í Nólsoy, Gunnvør og Hilmar Joensen, ið fara við Nólsoyarbørnum til Slagelse, hon sum leikstjóri og hann sum ljós- og ljóðmaður og sum tónleikari. Foreldur hava saman við Gunnvør og Hilmari seymað búnar og gjørt pallmynd.
H.C. Andersen sjónleikarastevnan í Slagelse byrjar alment við einum stórum gøtusjónleiki týsdagin 28. juni, og  kl. 14.30 fríggjadagin 1. juli spæla Nólsoyarbørn á Slagelse Teaters lille scene.