Kabarettin er afturvendandi tiltak av ovastevnu. Hon hevur ofta víst nólsoyingum og gestum, at á oynni eru nógvir frálíkir sjónleikarar. Afturat tí er hugflogið frítt, og umstøðurnar í Royndarhúsinum eru soleiðis, at áskoðararnir til “Grønu sproytuna” eru nær leikarunum og tí fáa heilt øðrvísi upplivilsi. Kabarettin plagar at verða framførd báðar dagarnar.