Nólsoyingar fáa Ternuna aftur í morgin ári

Tað er nú greitt, at nólsoyingar fáa Ternuna aftur í morgin, leygardagin. Ternan varð annars tikin úr sigling í kvøld, tí Teistin hevði borið við land. Tað kom illa við, tí Ovastevna er í Nólsoy og nógv fólk er væntandi á stevnu. 

 

Fyrr í kvøld var óvist, hvussu var við siglingini í morgin, leygardagin men nú er greitt, at Nólsoyingar fáa Ternuna aftur frá fyrsta túrið í morgin ári og siglt verður allan dagin eftir teirri serligu óvastevnuferðaætlanini.

 

Teistin er farin á Skála, men tað er óvist akkurát nær hann verður liðugur. Men samstundis verður arbeitt við eini loysn fyri Sandoyarsiglingini í morgin og til Teistin er liðugur, men tað er ikki klárt enn. Ein loysn kann vera at Sam fer at sigla um Skopunarfjørð.