Høgni Hoydal má stinga fingurin í jørðina!
Høgni Hoydal er landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, og hesi vælmeintu ráðini fekk hann frá Jacobi Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni í landbúnaðarmálum, á landbúnaðarráðstevnu í Klaksvík leygardagin.
Sum vit hava skrivað í Sosialinum bæði um vikuskiftið, og í dag, verður í løtuni arbeitt við at gera eina heilt nýggja landbúnaðarskipan, sum á summum økjum fer at kollvelta landbúnaðin, sum vit kenna hann í dag.
Og sum tað stendur í Sosialinum, er ein partur av hesi nýskipan, at brúksskylda skal vera á landbúnaðarjørð, og tað merkir, at landbúnaðarjørð skal gagnnýtast. Verður hon ikki gagnnýtt av tí, sum eigur hana, skal onkur annar fáa rættin at gagnnýta hana ístaðin.
Men nú heldur Jacob Vestergaard, at Høgni Hoydal má stinga fingurin í jørðina, og ansa eitt sindur eftir, hvat hann ger.
Hann heldur ikki, at brúksskylda skal leggjast á landbúnaðarjørð, tí tað má vera hugurin, sum drívur verkið.
– At vera bóndi í Føroyum er ikki sum at sita og drekka kaffé latte í Havn av og á, tí hjá bóndum er so nógv at gera, at mangan er samdøgurið ov stutt.
Og tað eru færri og færri, sum fáast við jørð og nógv jørð, sum varð sligin fyrr, verður ikki sligin longur, tí ongin tímur at sláa hana segði fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Summi renna fyri at røra seg eitt sindur, onnur fáast við jarðarbrúkt. Hjá mongum er jarðarbrúk eitt frítíðarítriv og ein lívsstílur og vit skulu vara okkum fyri at seta krøv.
Jacob Vestergaard sigur, at hjá nógvum er jarðarbrúk eitt frítíðarítriv.
– Kundi eg ikki havt nakrar heimaseyðir, hevði eg neyvan búð á økrum og tað sama er galdandi fyri nógv ymsastaðni í landinum, sigur hann.
Vit skulu ikki seta krøv til landbúnaðin, tí loysir tað seg, finna fólk út av tí sjálvi. Heldur enn at seta krøv, skulu myndugleikarnir skipa so fyri, at tað loysir seg at vera bóndi, sigur Jacob Vestergaard.