Í kvøld er aftur Champions League fótbóltur. Hesa ferð eru tað seinnu 1/8 finalurnar millum Juventus – Atletico Mardrid og Manchester City – Schalke 04.
Juventus tapti fyrra dystin í Madrid 2-0. Eftir ein málleysan fyrra hálvleik, so skoraðu Jose Gimenez og Diego Godin fyri Atletico Madrid. Tí skal Juventus í minsta lagi vinna 2-0 í kvøld, fyri at halda lív í Champions League dreyminum.
Sami Khedira, Juan Cuadrado and Douglas Costa eru allir ivasamir fyri Juventus, meðan Atletico Madrid er uttan Thomas Partey, sum hevur leikbann, meðan Diego Godin er ivasamur. Veddingarfyritøkurnar hava Juventus til stórfavoritt at vinna, men ikki til at koma víðari.
Ongin ivi er favorittin í uppgerðini í Manchester, har City tekur ímóti týska Schalke 04. Hóast Manchester City var aftanfyri móti Schalke í fyrra dystinum og fekk ein spælara útvístan, so vann City 3-2.
Tí eru teir eisini risa favorittar at koma víðari í kvøld, men tað telur niður, at bæði Nicolas Otamendi og Fernandinho sita uttanfyri við leikbanni. Miðverjin, John Stones, er ivasamur, meðan Kevin De Bruyne er skaddur. Gestirnir eru uttan Daniel Caliguiri, Omar Mascarel og Alessandro Schopf.
Champions League 1/8:
Juventus (0) – (2) Atletico Madrid (20.00)
Manchester City (3) – (2) Schalke 04 (20.00)