Nýmótans Gummiskuggar gera vart við seg

Bólkurin Gummiskuggar hevur givið út fløguna Grísaflísapætur. Ein nýmótans og vælsvingandi barnafløga, har vit m.a. hitta Grísaflísapætur, Lummalykta Óla og Dorius í Depli og Valdemar av Viðareiði.

Jensina Olsen er á odda í Gummiskuggum. Hana minnast vit eitt nú sum flata á flatlondum ella tá hon syngjandi tosaði sum omma og abbi í Føroyum saman við Haldurs Café.

Á nýggju fløguni spyr eisini ein rappandi James Olsen, um hann skal fiska hvalin ella kvala fiskin

Í gjár kom út fløgan Grísaflísapætur. Hetta eru orð eftir Alexandur Kristiansen og løg hjá Knút Olsen. Eisini eigur Jensina Olsen eitt lag.

Talan er um skjaldur, sum Alexandur gav út í bók í 1992. Knút fekk hug at seta løg til og hava sangirnir verið nýttir innan skúlagátt og í barnagørðum. Á fløguni hava teir tó fingið væl eydnað og nýmótans snið.

- Bókin er útseld og verður tíverri ikki endurprentað, sigur Jensina Olsen, sum hevur staðið fyri at fáa nýggju fløguna út. Saman við bólkinum Gummiskuggar hevur hon latið sangirnar í nýmótans búna.


Orðaspæl

Jensina er á odda í bólkinum. Vit minnast hana t.d., tá hon sang um, at hon tosar sum omma og abbi í Føroyum. Men ger hon nú tað?

Burturúr tí, at hon og eini limurin í bólkinum skuldu finna eitt navn kom løgna navnið Gummiskuggar.

- Eg og Andrias sótu og royndu at finna eitt navn. Vit hugsaðu um Tikk Takk ella okkurt úr tekstunum á fløguni. Ella bara Jensina og vinfólk. Men tað var so keðiligt. So kom hugskotið Gummiskógvarnir, sum á barnamáli má eita gummigoggar og sum so endaði við Gummiskuggar, greiðir Jensina frá.

Og hetta orðaspæl er hóskandi, tí løgini hjá Knút hóska stak væl til Alexandur, ið er ein dugnaligur orðasmiður, ið sum fáur er førur fyri at spæla við orðunum.


Bert børn

Nýggja fløgan er óivað ein fløga, ið vaksin kunnu lurta eftir, eins væl og børn. Men Jensina leggur dent á, at hóast hon hevur alt gott at siga um tær barnafløgur, ið eru komnar seinnu árini, so hava mangar teirra í stóran mun verið vendar ímóti ungdómi.

- Vit hava bara hugsað um børn. Bæði tá tað snýr seg um rútmurnar og eisini tónleikin. Við vilja hava vit ikki nógv kór við og so hava vit roynt at sungið sera klárt. Eisini hava vit havt røddina langt frammi í ljóðmyndini, sigur Jensina.

- Barnaoyru í dag eru øðrvísi, enn tá eg var barn. Oyruni eru meira von. Í dag skal tónleikurin til børn vera elskuligur, men við trummum og øllum. Tá eg var barn, so vóru tað Skiparin Lítli og Barnarímur. Hetta vóru mínir sangir, men so er ikki í dag og hetta hava vit tikið til eftirtektar, men roynt at havt røddina langt frammi og at lagt dent á orðini, sigur Jensina.


Blindur í oyrunum

Jensina metir tað vera strævi at standa fyri slíkari ætlan. Tá er øðrvísi bert at vera kreativur luttakari, ið ikki skal hugsa um pening og at fáa alt at ganga sum best. Hon takkar útgevaranum, 3'arin í SMS, ið hevur verið sera góður samstarvsfelagi og stuðul.

Jensina er skapandi fólk. Hevur spælt nógv sjónleik. Vit kenna hana frá sangi og hon fæst eisini við at mála, hevur luttikið á ólavsøkuframsýning og skal í næstum sýna fram.

Jensina býr niðri í Danmark á 12. ári. Hon fór á tónleikaháskúla, hitti mannin Lars og saman eiga tey barn. Lars leikar við á fløguni, hevur tikið upp og ljóðblandað.

Hann eigur upptøkuútgerð, ið tey hava havt standandi í einum kamari, men nú hava tey fingi eitt høli uppá 100 fermetrar til vega og tað er har, í Sinus Studio, at Grísaflísapætur er festur á fløgu. Arbeiðið byrjaði í 1998, men hevur ikki verið støðugt. Hetta metir Jensina hevur verið gott, tí tá steðgur hevur verið í, so hava tey havt tíð at fáa tilfarið burtur frá eina stund.

- Tá ein situr í tí alla tíðina, og hoyrir løgini fleiri hundrað ferðir, so gerst ein at enda blindur í oyrunum, sigur Jensina.


James

Í gjár kom fløgan á marknaðin, nakað seinkað, tí trupulleikar vóru við prenting. Talan var um "Ð" - trupulleikar. Ella Ð' ið, sum hvarv. Men fløgan er nú veruleiki og í gjár var móttøka í 3'aranum.

- Gummiskuggar er ein stuttligur bólkur, ið virkar væl og vit eru samd tónleikaliga, sigur Jensina.

Tað er fyrsta ferðin hjá teim flestu, at tey eru beinleiðis við í fløguætlan. Men ein meira garvaður er við og tað er James Olsen.

- Vit høvdu prátað um, hvussu vit skuldu gera við trummur. Eg var so til eina konsert, har James spældi og so visti eg, at hann skuldi tað vera, sigur Jensina.

Og James ikki bert leikar trummur, men syngur og rappar eisini.

Í Gummiskuggum eru Jensina Olsen, Lars Hellbo Jensen, Andrias Rasmussen, James Olsen, Morten Vittrup Graversen og Jan Petersen.

Bárður Jákupsson hevur við eyðkendum stíli myndprýtt og 3'arin stendur fyri útgávuni. 11 løg eru á útgávuni.

Óivað verður Gisaflísapætur at hitta í útvarpslurtinum í komandi tíðum, saman við Gummiskuggum.