Næmingar smíða brúgv um Løkin

- Hetta er ein spennandi uppgáva, sum vit hava fingið - eitt bygningsverk, sum sæst aftur í hugnaliga umhvørvinum við Løkin í Runavík

Smíð

 

Næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík eru í løtuni í holt við at smíða eina brúgv, sum tey í Runavík skulu hava liggjandi um Løkin, sum er áin, ið rennur oman úr Toftavatni.

- Hendan fyrsta brúgvin skal setast upp tætt við mylnuna við Løkin. Hon verður latin og sett upp, tá tey í Runavík hava gjørt undirstøðið, sum brúgvin skal standa á, siga tey á Tekniska skúla í Klaksvík.

Tað er tekniska umsitingin í Runavíkar kommunu, sum hevur heitt á skúlan um at smíða fýra slíkar brúgvar, sum skulu setast upp ymsastaðni í kommununi.

Timburarbeiði, sum næmingarnir í Klaksvík gera, er ein partur av undirvísingini.

- Fyri okkum er hetta ein spennandi avbjóðing, og úrslitið er eitt bygningsverk, sum sæst aftur í hugnaliga umhvørvinum við Løkin í Runavík, siga næmingarnir á Tekniska skúla í Klaksvík.