Næmingar í Suðuroy farnir at ressast

Studentaskúlanæmingar í Suðuroy eru farnir at savna inn undirskriftir fyri at fáa skúlan fluttan til Hovs

Miðnámsskúli

Miðnámsskúlin í Suðuroy eigur at verða fluttur til Hovs.
Tað halda nógvir næmingarnir, sum ganga í skúlanum.
Í sambandi við ætlanina at flyta miðnámsskúlan úr Vági til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin, taka nú eisini næmingar á skúlanum til orðanna.
Tær báðar, Ingibjørg Thomsen úr Sandvík og Sunniva Mortensen av Tvøroyri hava tikið stig til at savna inn undirskriftir í Suðuroynni við kravi um, at skúlin verður fluttur til Hovs, og at røktarheim verður bygt í Vági, soleiðis sum landsstýrið ætlaði.
Tær báðar, sum ganga í 1. a í miðnámsskúlanum, halda, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at næmingarnir royna at gera sína ávirkan galdandi.
Tì savna tær inn undirskriftir um alla oynna og ætlanin er so at handa borgarstjóranum í Vági undirskriftirnar og kanska verða tær eisini sendar í landsstýrið.
Og tær siga, at tær hava fingið rættiliga stóra undirtøku og at tað eru heilt nógv fólk, sum hava skrivað undir.
Tær báðar halda, at tað er burturvið ikki at taka av tilboðnum frá landsstýrinum.
Og tær siga, at hetta er vanligi hugburðurin hjá næmingunum á skúlanum.
? Nógv teir flestu næmingarnir vilja hava skúlan í Hovi, tí so er hann mitt í oynni og tað verður líka langt hjá øllum at ferðast til og úr skúla.
Einasti fyrimunur við at hava broyta ætlanina nú, er at tað kostar eitt sindur at broyta projektið, men tað eigur kortini at verða gjørt, tí í longdini eru fyrimunirnir nógv størri.
? Annars er ongin fyrimunur við at hava skúlan í Vági.
? Samstundis hevði tørvurin á røktarheimsplássum í Suðuroy verðið gingin á møti, samstundis sum tað hevði skapt fleiri arbeiðspláss.
Tey vísa á, at ungdómurin er framtíðin og tí eiga vit at vilja ungdóminum tað besta, og tað er at flyta skúlan til Hovs.
Og tær leggja onki í, um hetta fer at seinka skúlanum eitt ella tvey ár.
? Tað hevur verið tosað um nýggjan miðnámsskúla í Suðuroy í 25-30 ár. Hann er útsettur fleiri ferðir, so um hann verður útsettur eitt ella tvey ár afturat fyri at fáa tað bestu loysnina, ger einki, halda Ingibjørg Thomsen og Sunniva Mortensen.