Hóast tað eru 18 ár síðan henda uppruna, eru lesiætlanirnar enn tær somu.
Tað sigur seg sjálvt, at ein útbúgving á hesum støði, sum setur so stór krøv til fakliga búning og umskiftiligheit, má endurskoðast við jøvnum millumbilum. Vit liva í dag í einum modernaðum vitanarsamfelagi, har fólk ganga meira í skúla enn nakrantíð, og har ung og eldri nema sær víðari útbúgvingar, tí tey vilja virka á skilagóðan hátt.
At fáa góðan karakter í samband við eina próvtøku er gott, og tað vekjur eina góða kenslu, tá tú veit, at hetta hevur tú stríðst fyri í fleiri ár, against all odds.
Ein og hvør hevur brúk fyri einum herðaklappi, og tað fáa tit nýklektu námsfrøðingar hervið frá mær, eitt hjartaligt stórt tillukku við frálíka próvúrslitinum og góða eydnu í tykkara framtíðaryrki. Eg havi havt ta gleði, at arbeitt saman við tykkum á Føroya Fólkaháskúla, og longu har vístu tit stóran áhuga fyri at læra og arbeiða. Vit góðum treysti loystu tit felags uppgávur eins og tit sum einstaklingar virkaðu við góðum sjálvsáliti. Eg vóni hervið, at námsfrøðiliga økið við tykkum, fær eitt positivt lyft, sum tørvur er á.
Gamal uppalingarsiður var ikki at rósa ov nógv og ikki at rósa meðan tann, tú rósti, hoyrdi tað.
Hetta hevur eftir mínari meting bert elvt til undirlutakenslur og verið ein trúðarjáttan til Jantulógina.
Um rektarin á Pedagogskúlanum (Læraraskúlanum) heldur, at næmingarnir, sum júst hava fingið prógv frá hesum skúla, hava gjørt sítt besta, so átti tað at komið fram í greinini í Dimmu 12. feruar, og tað haldi eg ikki hevur eydnast nóg væl.
Um hesin sami rektari heldur, at lesiætlanir og kunngerðir eru ov gamlar og ótíðarhóskandi, so haldi eg, at tað átti at verið ein áheitan til politisku skipanina, heldur enn ein væntandi gleðisrómur til tykkum, sum hava gjøgnumført útbúgvingina undir givnum treytum, við so sera góðum úrsliti.
At umsøkjarar til pedagogútbúgvingina hava ein miðalkarakter upp á langt yvir 9, tá tey søkja inn á hesa útbúgving, er eitt tekin í sjálvum sær um, at vit hava eitt ómetaliga gott tilfeingi í okkara landi.
Tí er tað upp á tíðina, at vit fáa umskipað pedagogútbúgvingina eftir tilmæli frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt eitt frálíkt álit um hesa nýggju útbúgving. Henda ætlan gongur út uppá at savna fleiri útbúgvingar í einum lærdum skúla, har tær virka á bachelor støði. Seinastu próvtølini frá pedagognæmingunum vísa, at hetta eru vit meira enn klár til.
Eisini eiga vit at geva møguleika fyri einari miðvísari útbúving í námsfrøði, so hjálparfólk kunnu nema sær vitan og útbúgving.
Menniskju eru ymiskt og arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, so vit eiga at tillaga útbúgvingina eftir hesum veruleika. Ein yvurakademisering skapar ikki betri úrslit í dagliga arbeiðnum, men gevur møguleika fyri, at loysa nýggjar uppgávur, og vit hava tørv á at loysa nýggjar uppgávur. Vit hava m. a. tørv á hagtølum og til hetta krevst útbúgving í vísindaástøði, sum er grundalagið undir einari bachelorútbúgving. Vit hava sanniliga eisini tørv á vitan um tað vanliga menniskja, tí fyri at skilja tað sum víkir frá, mást tú kenna tað sum er sokallað vanligt ella grundleggjandi. Tíðirnar skifta og modernaða samfelagið setur stór krøv til hvønn einstakan av okkum, og hesa uppgávu eru vit før fyri at loysa, men vit mugu krevja høskandi umstøður at útbúgva okkum og at virka undir.