Skal tað framvegis bera til at leggja alt samfelagið um til at verða rikið við varandi orku, verður tað neyðugt, at vit fáa eitt landsstýrisfólk, sum burtur av skal arbeiða við grønum málum. Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og forkvinna í Vinnunevndini hjá Løgtinginum.
Hon heldur, at tískil mugu vit fáa eitt Orku- og umhvørvismálaráð í landsstýrinum, og vit mugu fáa eitt landsstýrisfólk, ið hevur tað sum sína fremstu uppgávu, at arbeiða við tí grøna politikkinum. Serliga hugsar hon um orkumál, har vit hava sett okkum eitt serstakliga stórt mál, nevniliga einki minni enn at vera grøn á landi í 2030.
– Tað eru einans ellivu ár til 2030, og hóast streymurin er vorðin grønari, er nógv størsti parturin av landi okkara framvegis rikið við kolasvartari olju. Og skal tað framvegis vera veruleikakent at tosa um at leggja alt samfelagið um til varandi orku, er tað altavgerandi, at vit fáa eitt orku- og umhvørvismálaráð, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur nevniliga, at tað verur neyðugt at skipa arbeiðið soleiðis, at vit fáa lyft tey størstu málini, vit seta okkum.
– Nýggja ráðið kann hóskandi eisini umsita umhvørvis- og náttúruverndarmál. Náttúruverndin liggur í dag spjødd undir fleiri myndugleikum. Ein skjótt vaksandi ferðavinna, alivinnan, útbyggingar, við meira, leggja alsamt størri trýst á náttúruna, og neyðugt er eisini við nøktandi kreftum at umsita nýggju náttúruverndarlógina, ið júst er komin í Løgtingið.
Hon leggur afturat, at hetta merkir ikki, at vit skulu hava fleiri stjórnarráð enn vit hava í dag, men hon hugsar sær heldur, at Landsstýrið verður umskipað soleiðis, at orka og umhvørvið og náttúruvernd fáa munandi størri politiska tyngd. Tey málini kunnu saktans liggja saman við øðrum málsøkjum, men ikki saman við øðrum stórum málsøkjum, so sum veruleikin er í dag.
Og Bjørt Samuelsen hevur framvegis vónir um, at tað ber til at røkka málinum um at øll orka á landið skal vera grøn í 2030. Men hon heldur samstundis, at tað má gerast í felag, og í hesum sambandi er tað neyðugt at savna politisku, og umsitingarligu, megina, so hon kann ganga undan í arbeiðnum.