- Nú mugu politikarar vakna.
Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, er ikki sørt skelkað av seinastu upplýsingunum frá Hagstovuni um fátækadømið í Føroyum.
Hagstovan staðfestir, at seinastu árini, er talið á føroyingum, sum eru í fátækaváða, alsamt hækkað og nú tey nýggjastu tølini fyriliggja, vísir tað seg, at í 2014 vóru 5.126 føroyingar í fátækaváða.
Les eisini: Fátækadømið vaksið í Føroyum seinastu árini
Er tað nakar politikari, ið hevur gjørt fátækadømi til sítt hjartamál, er tað Sonja Jógvansdóttir. Og hon staðfestir, at sostatt er talið á føroyingum í fætækaváða vaksið 25 prosent hesi seinastu fimm árini, tí í 2010 var talið 4.004 fólk í Føroyum, sum vóru í fátækaváða.
- Tað er ikki sørt ræðandi og tað eigur at fáa allar ávaringarlampur hjá politisku skipanini at lýsa, sigur hon.
Tað eru serliga stakir uppihaldararar við smábørnum, sum eru illa fyri, tí heili 69 prosent av teimum eru í fátækaváða. Eisini stakir uppihaldarar við eldru børnum eru illa fyri, tí heili 37 prosent av teimum eru í fátækaváða, og hjá støkum við ongum børnum er talið 40 prosent.
Tað eru serliga børn, kvinnur og pensjónistar, sum eru hart rakt.
- Tað vísir seg, at fátækadømið er tengt at kyni, aldri, útbúgving, starv, parlagsstøðu og hvar í landinum, fólk býr.
Les eisini: Fátækadømið størst í Suðuroy og í Sandoy
Sonja Jógvansdóttir sigur, at nú má politiska skipanin rakna við og má í stundini seta sær sum fremsta mál at burturbeina fátækradøminum.
- Tað er ikki sømiligt, at 5.126 føroyingar liva í fátækaváða. Men førdi poltikkurin hevur sera stóra ávirkan á, um fátækadømi veksur ella minkar
Tí má samgongan beinanvegin seta eitt tvørfakligt og eitt tvørpolitiskt arbeiði ígongd við tí endamáli at útgreina, hvørji politisk tiltøk skulu setast í verk fyri at basa fátækadøminum.
Hon sipar ikki til, at Løgtingið skal kallast saman, men hon væntar, at samgonga tekur málið upp á næsta fundi, hon hevur. Hon sigur, at hetta er eisini ein spurningur, sum má havast í huga, nú fíggjarlógararbeiðið fyri 2017 byrjar eftir summarfrítíðina.
- Eitt samfelag, sum er so ríkt, sum tað føroyska, er lætt at stýra og tí er ongin umbering fyri at halda fram við næstan onki at gera. Skalt fátækadømið burturbeinast, skalt tú býta ríkidømið rætt og tað ber væl til, bara viljin er til staðar.
- At lyfta fólk úr fátækraváða er besta gáva vit kunnu geva okkum sjálvum sum samfelag, og skal síggjast sum ein góð íløga í føroysku framtíðina, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Ein bólkur var á sinniu settur at útgreina eitt fátækamark og har var Sonja Jógvansdóttir sjálv limur eitt skifti. Men hon tók seg burtur úr, tí hennara páhald er, at arbeiðsstetningurin varð gjørdur so fløktur, at í roynd og veru var endamálið, at onki skuldi koma burtur úr.
- Spurningurin er ikki so torskildur, tí vit vita væl, hvørji tey fátæku eru og tí er tað ikki so ringt at seta tiltøk í verk, sum lyftir tey úr fátækadøminum, bara viljin er til tað, sigur hon.
Hon heldur, at eitt stig á eliðini eigur at vera at tryggja fólki bíligari bústaðir. Eitt annað tiltak eigur at vera at tryggja kvinnum rætt til fulltíðararbeiði. Hon sipar til, at næstan øll størv, ið verða lýst leys hjá tí almenna, og har stórur meiriluti av arbeiðsmegini eru kvinnur, eru parttíðarstørv.
Hon ivast ikki í, at samgongan fer at seta øll segl til fyri at basa trupulleikanum, og hon væntar eisini, at andstøðan er sinnað at vera við.