Nær fór løgmaður frá?

   

Tað kann stórliga undra, at slíkt hóvasták er gjørt burtur úr, at løgmaður "segði seg frá", skrivaði út val og sendi landsstýrismenninar hjá Tjóðveldinum til hús, og um tað var gjørt í einum andadrátti ella í fleiri.
Fyri tað fyrsta, so kann ein løgmaður ikki siga seg úr starvi við brestin, og tað hendir heldur ikki nøkur umbroyting við honum frá at vera løgmaður og til at vera fjallmaður ella nakað annað í somu løtu, sum hann boðar frá, at hann sigur seg frá. Fyri tað næsta, so skal hann fylgja reglunum í Stýrisskipanarlógini og biðja um at verða loystur úr starvi. Og tað var júst tað, hann gjørdi, tá ið hann handaði løgtingsformanninum skrivið við umbøn um at verða loystur úr embætinum.
§ 29 í Stýrisskipanarlógini sigur: "Loystur skal verða úr embæti løgmaður ella landsstýrismaður, ið biður um tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti og løgmaður loysir landsstýrismann úr embæti." Og tað var tað, sum tingformaðurin gjørdi kl. 15.30. Løgtingsformaðurin kann sostatt ikki so frægt sum nokta at loysa løgmann úr embæti.
Hvussu kann ein av fedrunum at Stýrisskipanarlógini, sum í Sosialinum í gjár var spurdur um hesa miklu søk, viðganga, at hann gjørdist skakkur, tá ið hann hoyrdi raðfylgjuna, sum løgmaður handaði tingformanninum brøvini í. Og hvussu kann hann siga: "Tá ið løgmaður hevur sagt seg sjálvan úr starvi, so situr hann bara sum leiðari fyri einari starvsstjórn..... Frá tí sekundi, hann hevur lagt frá sær, er hann ikki løgmaður við fullum heimildum longur, og tí hevur hann í prinsippinum heldur ikki rættin at skriva út nýval."
Er orðingin í Stýrisskipanarlógini ikki eintýdd, ella kann hon tulkast?