Nær hevur Landsstýrið avgjørt at broyta kós í EFTA málinum?

Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita frá samgongulimum, nær avgerðin at skifta kós í EFTA málinum og leggja seg á ES bógvin, er avtalað? Ein so stór og avgerandi vend má óivað hava fingið drúgva politiska viðgerð í samgonguni, ella hvat?

Stutt eftir at Edmund Joensen, fólkatings- og løgtingsmaður heitti á løgmann um at seta ES á dagsskránna fyri ríkisfundin, var landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum í kringvarpinum og kunngjørdi at nú hevði landsstýri lagt á annan bógv viðv. EFTA málinum.

Við hesum úttalilsum/proklamatión frá Høgna Hoydal landsstýrismanni í uttanlandsmálum, man endaligi seymurin vera sligin í EFTA kistuna.

Orsøkin til at einki yvirhøvur hevur verið at frætt um hvussu sjarmuoffensivin hjá uttalandsmála landsstýrismanninum hevur gingist í sambandi við EFTA limaskap, man ivaleyst verða at finna í hesi útmelding.

Eitt vónbrot frá enda í annan hava royndirnar verið at umvenda Sveis ,Noreg, Lichtenstein og onnur um føroyskan EFTA limaskap, og harvið má “erkendelsens time”verða komin bæði hjá landsstýrismanninum og løgmanni og verður skjútsið tí nú vent móti ES – ella rættari móti loysnum sum eru mest gagnligar at fáa við ES - uttan ES limaskap, sum landsstýrismaðurin málber seg.

Ikki sørt kryptiskt má sigast.

Høgni Hoydal kunnger í kringvarpinum at nú skal hann hava hjálp frá Bretlandi, Norðurlondum og Baltisku londunum at náa sínum máli. Eg má siga at sera ilt er at fáa eygað á nakran logikk í hesum vavgreytatosi hjá Høgna.

 

Vóni at Høgni kann svarað mær:

Hvat er tað sum hesi lond kunnu opna av hurðum sum danska stjórnin ikki er før fyri? - Svøríki, Finnland ,Estland Lettland og Litava og Bretland eru øll ES limalond sum kunnugt.

Hvat er tað fyri serlig viðurskifti og serskipaninir hesi lond hava sum ger júst teirra hjálpandi hond so umráðandi?

Hvat er tað sum tú vil uppnáa heilt ítøkiligt?

Hví tekur tú ikki allarfyrst fund við donsku stjórnina og biður teir um vegleiðing og eina hjálpandi hond at náa tí máli sum tú ætlar ? ?

Kanst tú kunna okkum – fólkið í Føroyum, hvat tað er tú ætlar í ES høpi og ES samstarvi?

 

Trupult er at fáa eyga á hvat tað veruliga er sum samgongan ætlar – eisini í hesum málinum.

 

Tað sýnist fyri mær og ivaleyst flestu føroyingum sum um Landsstýrið við Høgna Hoydal á odda, vevur sum hundur um heita greyt fyri at finna bestu fintuna at sleppa uttanum samstarv og eina hjálpandi hond frá donsku stjórnini, til at finna bestu loysnirnar fyri Føroyar, - tað verið seg innanfyri ella uttanfyri ES.

Tað er stórt spell, tí júst har fæst neyðuga ráðgevingin og politiska hjálpin til at koma í tættari samstarv við ES og møguligum ES limaskapið við undantøkum.