Fótbóltur: Fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum er í morgin, og flestu eygu munnu vera vend ímóti dystunum millum nøkur av størru feløgunum, sum bresta saman. Soleiðis er greitt, at bara annaðhvørt HB ella B36 koma víðari, eins og bara EB/Streymur ella NSÍ, sum møtast í Streymnesi, gera tað. Eisini sleppa uppflytararnir úr B71 at royna seg ímóti steypavinnarunum frá í fjør, Víkingi.
Tey, sum búgva í høvuðsstaðnum og hava saknað fótbóltin illa í vetur, kunnu fara til ikki færri enn tríggjar dystir, tí teir eru lagdir soleiðis, at tað ber til at fara til tann fyrsta longu klokkan 13 og so halda fram, til tann síðsti er liðugur fram ímóti klokkan 19.
Ein fjórði dystur skuldi eisini verið í Havn, har Undrið upprunaliga hevði heimavøll ímóti ÍF, men tey bæði feløgini hava býtt um, so spælt verður í Fuglafirði í staðin. Hetta er annars ein av teimum dystunum, har annað liðið er stórfavorittur, og tann leikluturin hjá ÍF minkar væl ikki, nú liðið eisini fekk heimavøll.
Somuleiðis má FC Suðuroy metast sum favorittur ímóti Skála. Tað er B68 vælsaktans eisini ímóti 07 Vestur, ið flutti niður í fjør, og AB á sama hátt ímóti hinum niðurflytaranum frá í fjør, KÍ.
Ein av dystunum, ið hinvegin kann vera ein forpremiera til toppdyst í næstbestu deildini, er tann millum FC Hoyvík og TB, sum eru tvey av fýra feløgum, sum kunnu flyta upp við kappingarlok, tí ikki færri enn seks av 10 liðum í 1. deild eru eykalið hjá Vodefone-feløgum.
Teir átta vinnararnir í steypadystunum í morgin koma víðari í fjórðingsfinalurnar, og tá verður aftur lutakast um, hvussu liðini møtast.
Steypadystirnir:
27/03 13.00 FC Hoyvík-TB
27/03 14.00 ÍF-Undrið
27/03 14.00 FC Suðuroy-Skála
27/03 15.00 HB-B36
27/03 15.00 B71-Víkingur
27/03 15.00 EB/Streymur-NSÍ
27/03 15.00 B68-07 Vestur
27/03 17.00 AB-KÍ