Næraberg keypti meginpartin

Vørn hevur í dag avgreidd fjórðu afturlatnu uppboðssøluna. Hesaferð var talan um sølu av 2.000 tonsum av makreli.


Fýra feløg umboðandi fimm skip bjóðaðu upp á veiðirættindini, og gjørdist stóri vinnarin P/F Næraberg, ið keypti 1.500 av teimum 2.000 tonsunum.


Sølan endaði við, at P/F Næraberg við farinum Norðingur fekk 1.400 tons, P/F Jókin við farinum Fram fekk 500 tons og P/F Næraberg við farinum Næraberg fekk 100 tons.


Tað var ikki so stórur munur á hægsta boði og gjaldsprísinum hesaferð, sum tað hevur verið til aðrar sølur. Næraberg átti hægsta boðið, ið var 4,01 kr./kg., meðan gjaldsprísurin gjørdist hitt boðið hjá P/F Varðanum, ið var 3,60 kr./kg.


Tilsamans fekk landskassin 7,2 milliónir krónur fyri søluna.