Í Finnlandi eru seks flokkar nú í ferð við at leggja seinastu hond samgonguskjalið, sum skal verða grundarlag undir teirri næstu stjórnini.
Tað er greitt, at tann konservativi Jyrki Katainen verður forsætisráðharri, og hann segði í dag, at tann nýggja stjórnin verður eftir ætlanini klár um átta dagar.
Flokkurin Sannir Finnar, sum var tann stóri sigursharrin á ríkisdagsvalinum herfyri, fekk tilboð um at koma upp í stjórnarsamgonguna, men tók ikki av tilboðnum, tí hann kann ikki góðtaka ES-politikkin hjá teimum komandi stjórnarflokkunum.